Sólvá Káradóttir Eliasen vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum
24.08.2017
Til lesandi Náttúruvísindadeildin Setursskrivstovan
Skriva út

Sólvá Káradóttir Eliasen vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Hósdagin 24. august vardi Sólvá Káradóttir Eliasen ph.d.-ritgerð sina um gróðurin á Landgrunninum. Ritgerðin ber heitið: "Primary production on the Faroe Shelf – Spatial and temporal variations with links to hydrography".


Seinastu gott trý árini hevur Sólvá Káradóttir Eliasen arbeitt á Havstovuni við hesi verkætlan og hevur samstundis verið innskrivað til ph.d.lestur á Fróðskaparsetrinum.

Karin Margretha Húsgarð Larsen, ph.d. og deildarleiðari frá Havstovuni, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Bogi Hansen, Hjálmar Hátún frá Havstovuni og Till Andreas Soya Rasmussen frá DMI hava verið hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini sótu Bárður A. Niclasen, adjunktur á Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum var formaður, Corinna Schrum, atknýttur professari á Geofysisk Institutt á Bergen Universitet, og Rubao Ji, lektari á Woods Hole Oceanographic Institution, USA.

Verjan var á Vinnuháskúlanum fyri fullari høll av fólki. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, bjóðaði vælkomin, og Bárður A. Niclasen, formaður, greiddi frá arbeiðinum hjá metingarnevndini. Síðani fekk Sólva Káradóttir Eliasen ein hálvan tíma til at leggja fram sína gransking og niðurstøður.

Fyrri andmælingurin at viðmerkja og seta spurningar var Corinna Schrum, seinni Rubao Ji. Metingarfólkini lótu sera væl at ritgerðini, og tey róstu Sólvu K. Eliasen fyri hennara gransking. Tey spurdu og kjakaðust um ymsar lutir í ritgerðini, og hon svaraði sera væl fyri seg.  

Tá verjan var liðug, fór metingarnevndin á fund at taka støðu til avrikið. Stutt eftir kunngjørdi Bárður A. Niclasen, at ein samd nevnd mælti til, at ph.d.-heitið varð latið Sólvu K. Eliasen fyri avrikið.

Sigurð í Jákupsstovu handaði henni síðani ph.d.-prógvið.

Stutt um verkætlanina
Føroyski landgrunnurin hevur stóran týdning í føroysku fiskivinnuni, og tí er ynskiligt at skilja samansettu vistskipanina á landgrunninum betur. Grundarlagið undir allari føðiketuni í sjónum er gróðurin, og í verkætlanini hevur verið hugt at, hvussu havfrøðilig viðurskifti ávirka gróðurin. Mátingar, sum Havstovan hevur gjørt seinastu 20 árini, hava verið gjøgnumgingnar, umframt at eitt háupploysiligt modell av føroyska Landgrunninum, altjóða veðurlagsmodell og mátingar frá fylgisveinum eisini hava verið gagnnýtt. Verkætlanin gevur eina betri heildarfatan av gróðrinum á Landgrunninum , t.d. hvussu gróðurin broytist gjøgnum árstíðirnar í ymsum økjum og hvussu broytingar í havi og atmosferu ávirka gróðurin. Harafturat er nýggja vitanin eisini áhugaverd í samband við, hvar ymisk fiskasløg halda til.
Tað er danska stjórnin, sum hevur veitt fígging til ph.d.-verkætlanina.

Les um Sólvá Káradóttir Eliasen í Heilagrunninum HER