Sparingarnar á Setrinum reka ung av landinum
Ráð Teirra Lesandi
21.01.2018
Til lesandi Lestrarskrivstovan
Skriva út

Sparingarnar á Setrinum reka ung av landinum

Politiski myndugleikin hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at man ynskir, at ung støðast í Føroyum. Ein stórur partur av tí merkir, at man veitir eitt útbúgvingartilboð til tey ungu, sum tey ynskja sær. Fróðskaparsetrið røkir ein stóran part av hesi uppgávuni.


Vøkru orðini tykjast tó ikki at standa mát við politisku avgerðirnar, nú Setrið skal spara fyri heili 7 milliónir krónur.

Ráð Teirra Lesandi á Setrinum vil við hesum skrivi vísa sína ónøgd við sparingarnar og heita á avvarðandi myndugleika um at rætta hetta.

Tað, at ongin lesandi verða tikin upp til búskaparfrøði í 2018, er beinleiðis at biðja tey ungu um at flyta av landinum komandi summar. Búskaparfrøði er tann útbúgvingin, sum hevur lægst miðalaldur, og hevur stórar flokkar av ungum. So um útbúgvingin ikki er ein møguleiki í Føroyum, fara tey sjálvsagt av landinum at fáa sær útbúgving. Tað er ongin av okkum, sum kann siga tey ring fyri tað, tí vit kunnu ikki vænta, at ung fólk, sum ynskja at lesa búskaparfrøði fara at skifta kós til at verða t.d. timburmenn ella maskinmeistarar, bara tí tað nú er eitt útbúgvingartilboð minni.

Les løgfrøði ókeypis uttanlands ella gjald fyri tað í Føroyum. Hetta er valið, sum samgongan gevur teimum ungu. Tey flestu ungu hava sínar fíggjarligu raðfestingar í lagi og flyta uttanlands. Samstundis kunnu vit her heima máa støðið undan okkara norðurlendsku útbúgvingarskipan, vælferðarsamfelag og hugsjón um útbúgving, sum vanliga tryggjar, at øll hava rætt at nema sær útbúgving ókeypis og harvið skapa eitt javnari samfelag.

Grundgevingin hjá hesari samgonguni, fyri at Setrið skal spara, er júst hetta, at fíggjarligu raðfestingarnar hjá Setrinum ikki eru í lagi, at man hevur brúkt meir enn eitt nú Landssjúkrahúsið. Visjónin um Føroyar sum samfelag er ikki longur eitt javnari samfelag, eitt samfelag har ung trívast, men eitt samfelag har útbúgvingartilboðini til ung skulu standa mát við, hvussu nógv fólk hava verið á sjúkrahúsi, og hvussu nógv tað hevur kosta. Samstundis kunnu vit koyra skjótari millum Havnina og restina av Føroyum í milliarda-tunli. Hugsanin um, hvør tað verður, sum skal koyra í milliarda-tunlinum um 40 ár, er neyvan ímyndin av gomlum monnum í kolli, sum tó er væl hugsandi, tá tey, sum eru ung í dag, eru flutt.

Tað er eyðsæð, at tað er ikki innanhýsis á Setrinum, at fíggjarligu raðfestingarnar ikki eru í lagi, men úti í politisku skipanini, sum nú rykkir teppið undan vøkstrinum og økta talinum av lesandi á Setrinum seinastu árini.

Fróðskaparsetrið skal halda seg innan fyri almennu játtanarkarmarnar, og tískil hevur Stýrið fyri Setrið sett sparingarnar í verk fyri uml. 7. milliónir kr. Umframt sparingarnar omanfyri fara tær eisini at raka valfak hjá lesandi, starvslæra verður skerd, minni lestrarvegleiðing, kt-hjálp og starvssetanir. Tað er sjálvsagt, at hetta fer at minka um fakliga støðið á Setrinum, eins og tað fer at minka um tænastuna, sum Setrið veitir til lesandi, tænastur sum eisini eru við til at halda lesandi til, tá tey hava hug at fella frá. Um vit skulu til at leita eftir orsøkum til eitt høgt fráfall á Setrinum, har Setrið hevur ávirkan, kunnu vit byrja her. Hevur Setrið ikki møguleika at veita somu útbúgvingar og útbúgvingarkarm sum aðrastaðni - ja, so fara lesandi aðrastaðni.

Avvarðandi myndugleikin, sum er Mentamálaráðið, má taka støðuna í størsta álvara. Besta loysnin er, um Mentamálaráðið spyr um eykajáttan frá Løgtinginum, soleiðis at sparingarnar ikki verða til nakað. Tað hevur ovurstóran týdning, at Setrið ikki verður spart. Hetta er ein sera álvarsom støða.

Ráð teirra Lesandi heitir á politisku myndugleikarnar um at rætta hetta mistakið. Ein eykajáttan á 7 mió. kann seta úr gildið hesar sparingarnar.

Ráð Teirra Lesandi á Setrinum