30.01.2019
Náttúruvísindadeildin Skriva út
Spennandi fyrilestur um gransking í evnafrøðiligum náttúruevnum.
Føroyski evnafrøðingurin, Jens M. J. Nolsøe, fer at halda áhugverdan fyrilestur í 45 minuttir mikudagin kl. 13:00 tann 30.01.2019 í høli U511 í Sjóvinnuhúsinum, Vestara Bryggja 15, 100 Tórshavn. U511 er á fimtu og ovastu hædd. Fyrilesturin fer at snúgva seg um týðandi gransking í evnafrøðiligum náttúruevnum, so sum marinu prostaglandin-líknandi feittsýruna: (-)-mucosin. Slík gransking er áhugaverd í sær sjálvum, og kann harafturat slóða fyri framleiðslu av hávirðisúrdráttum burtur úr marina tilfeinginum í havinum kring Føroyar.
Til ber til at fylgja fyrilestrinum á Skype við at trýsta her.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...