FF_Logo_Portal_430x200px_vanligt.jpg
31.05.2022
Setrið
Skriva út

Spennandi gransking fyri framman

Nú Granskingarráðið hevur útlutað ársins stuðul, er klárt hjá granskarum á Fróðskaparseti Føroya at fara undir fleiri sera spennandi granskingarverkætlanir

Í ár hava níggju verkætlanir fingið lut í granskingarstuðlinum, sum Granskingarráðið hevði á ársins játtan. Og fleiri av teimum hava heimstað á Fróðskaparsetri Føroya.

Knút Háberg Eysturstein, sum er námslektari á Útbúgvingini í listaligum arbeiði á Setrinum, kann nú fara undir sína ph.d.-verkætlan, sum hann kallar "Hugtakið um tað føroyska í tónleikaútbúgving - tingingar um samleika og siðvenjufatanir". Hendan ph.d.-verkætlanin skal gerast á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Og Knút hevur fingið 1.006.554 krónur í stuðli til at fremja hana.

Jens Chr. Svabo Justinussen, ph.d., útbúgvingarleiðari í politikki og umsiting, umframt lektari í samfelagsvísindum á Setrinum, fer eisini undir ph.d.-verkætlan nú. Hon kallast "Resiliensur og samfelagsstýring undir COVID-19 farsóttini í Føroyum - ein djúpdarkanning av kreppuleiðslu og skipan í kommunala geiranum". Verkætlanin verður gjørd á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, og Jens Christian hevur fingið 1.094.580 krónur í stuðli.

Eisini verður nú fíggjarligt rásarúm til eina ph.d.-verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, har Torstein D. H. Balle fer at granska í hitaskipanum til sethús. Hansara verkætlan eitur "Sniðgeving av hitaskipanum til sethús, sum vísir bestu nýtslu av varandi orku og evni at virka eftir treytum, ið føroyska orkuskipanin ásetir". Torstein hevur fingið 861.005 krónur í granskingarstudningi til hesa verkætlanina.

Sunnvør í Kongsstovu fer somuleiðis undir nýggja granskingarverkætlan, staðsett á Náttúruvísindadeildini, sum er um vistfrøði. Verkætlanin hevur fingið heitið "Startskotið til genomatlasið fyri føroyska vistfrøði", og Sunnvør hevur fingið 1.030.072 krónur til at fremja hana.

Jónrit Halling, ph.d. og útbúgvingarleiðari á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, fer nú at granska ílegur og heilivág. Jónrit hevur fingið 435.770 krónur til sína verkætlan, sum eitur "FarGen-PGx: Samanrenningin millum ílegur og ymisk sløg av heilivági í føroysku populatiónuni". Verkætlanin verur gjørd í samstarvi millum Ílegusavnið og Fróðskaparsetrið.

Maria Skaalum Petersen, sum er ph.d., lektari í heilsuvísindum og granskingarleiðari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, hevur fingið studning til at granska í føroyingum í Danmark. Hennara verkætlan, sum hevur fingið 998.076 krónur frá Granskingarráðnum, eitur "Føroyskir innflytarar í Danmark – sosial og heilsulig perspektiv" og skal gerast á Deplinum fyri heilsugransking á Fróðskaparsetri Føroya.

Og kropslig venjing og kostbroytingar hjá fólki við typu2-diabetes skal nú eisini undir granskaraluppin. Tað er May-Britt Skoradal, ph.d. og varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði, sum hevur fingið 660.000 krónur til sína verkætlan, ið kallast "Kropslig venjing og kostbroytingar sum viðgerð av typu 2 diabetes".

Hinir granskararnir, sum eisini fingu stuðul til sínar granskingarverkætalnir, eru:

Heidi S. Mortensen: "Æðrakálking og hjartasjúkdómalæra av aldum laksi í Føroyum" - Ph.d. verkætlan á Fiskaaling - kr. 994.411

Agnes-Katharina Kreiling: "Broytingar í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum" - Verkætlan á Tjóðsavninum - kr. 975.837