Anni (2).png (1)
Brynhild Thomsen
15.01.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Spennandi grein hjá Anni í Nature

Í gjár varð vísindalig grein hjá m.a. Anni Djurhuus, adjunkti í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini, almannakunngjørd í tíðarritinum Nature Communications

Greinin eitur "Environmental DNA reveals seasonal shifts and potential interactions in a marine community" og kann lesast ókeypis her.

Arbeiðshátturin, sum er brúktur í granskingini, verður kallaður "umhvørvisligt DNA". Granskingarhátturin, sum Anni Djurhuus og hennara samstarvsfelagar hava nýtt í hesi verkætlanini, er nýggjur og fer at hjálpa vistfrøðingum at eyðmerkja broytingar í lívfrøðiliga margfeldinum, sum henda í vistskipanum.

Granskingin, sum verður løgd fram í  greinini, fer eisini at hjálpa til at meta um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum og árstíðarsveiggjum á lívverur í einhvørjari vistskipan.