15.03.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Spennandi lestrarumhvørvi hjá Østrøm á Skálatrøð

Hesa lestrarhálvuna eru MFS og Setrið farin undir eitt nýtt spennandi samstarv um lestrarumhvørvi.


Hesa lestrarhálvuna eru MFS og Setrið farin undir eitt nýtt spennandi samstarv um lestrarumhvørvi.

MFS og Setrið vilja fremja samanhaldið millum lesandi, soleiðis at lesandi tvørtur um ymisku útbúgvingarnar á Setrinum fáa eitt stað at hittast, hugna (og lesa). Setrið hevur tí leigað seg inn í hølini hjá Østrøm á Skálatrøð.

Hjá Østrøm kunnu lesandi sita og lesa, gera bólkaarbeiði og hitta onnur lesandi. Í fyrstu atløgu verður hetta mánadagar frá kl. 10-15 og hósdagar frá kl. 10-17. Hølini hava ókeypis tráðleyst net, meðan kaffi og annað leskiligt frá Brelli kann keypast við lestraravsláttri.

Í hesum somu hølum fer MFS at skipa fyri ymsum spennandi tiltøkum til lesandi. Mánadagar vera snarskeið av ymsum slagi: snarskeið í kreativari skriving, snarskeið í framløguteknikki, snarskeið í rættskriving o.s.fr. Skeiðini byrja vanliga kl. 16 og enda kl. 17-18. Ein hósdag um mánaðin er Seturskjak, ið Setrið sjálvt skipar fyri. Harumframt skipar MFS fyri ymsum fyrilestrum nøkur hóskvøld í várhálvuni. Hesi tiltøk byrja øll kl. 19.

Ókeypis snarskeið í kreativari skriving

Komandi mánadagin 19. mars verður skipað fyri snarskeiði í kreativari skriving frá kl. 16 til 18.30.

Arbeitt verður við skriviteknikki, ið serliga er vendur móti at skriva fiktión, men tað góða við hesum skriviteknikki er, at hann kan nýtast til alla aðra skriving eisini.

Skeiðshaldarin er Rakel Helmsdal, ið er von at hava snarskeið í kreativari skriving í kvøldskúlanum í Havn. Rakel er somuleiðis ein virkin rithøvundur, og er m.a. kend fyri bøkurnar Tey kalla meg bara Hugo, Veiða vind og mongu søgurnar um skrímslini.

Halt eyga við spennandi tiltøkunum á heimasíðu okkara.