Spennandi samstarv um granskingarverkætlan
Skriva út

Spennandi samstarv um granskingarverkætlan

Námsvísindadeildin hevur fingið í lag áhugavert samstarv við Andriásu Dam Joensen, sum er farin undir ph.d.-verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna, hvussu vit heilt ítøkiliga kunnu seta í verk ástøðiliga vitan um ymisk viðurskifti í fólkaskúlanum.


Andriása hevur lokið BA og MA útbúgving  í Onglandi. Hon hevur eina granskingargrundaða BA í útbúgvingarfrøði og námsvísindum frá Exeter, umframt eina MA innan námsvísindi og sálarfrøði frá IOE (Institute of Education, UCL) í London.

Umframt ástøðiliga partin av útbúgvingini fekk hon eisini høvi at fara út á skúlar at undirvísa, uppliva og granska gerandisdagin har í lestrartíðini. Aftrat lestrinum gjørdi hon eisini  smærri granskingarverkætlanir, bæði í Føroyum og í Onglandi.

Í lestrartíðini hevur Andriása eisini undirvíst styttri og longri tíðarskeið í føroyska fólkaskúlanum, umframt at hon eitt stutt tíðarskeið virkaði sum lærari í Nepal. Sambært henni hava hesar royndir í stóran mun økt hennara tilvit um, hvussu  ymiskar fortreytir ávirka undirvísing og menning hjá næmingum og lærarum.

Andriása hevur  áhuga fyri nógvum  ymiskum evnum innan námsvísindi, men serliga er tað áhugin fyri evidensparadigmuni, og  hvussu vit heilt itøkiliga kunnu seta ástøðiliga vitan í verk, sum hevur hugfangað hana. Eitt annað øki, sum eisini hevur hennara stóra áhuga, er samskiftið, sum fer fram innanhýsis í skúlaflokkum, og hvussu hetta ávirkar bæði avrik og virkishug hjá skúlanæmingum.

Ph.d.–verkætlanin, sum Andriása nú er farin í holt við, verður fíggjað av Granskingarráðnum og Klaksvíkar Kommunu. Ætlanin við verkætlanini er við kvantitativum og kvalitativum háttalagi at meta um,  hvussu stóra ávirkan bólkaarbeiði hevur, og hvussu kognitiv ósemja og ósemjuhandfaring kann vera við til at styrkja læringina, umframt at meta um, hvat næmingar megna einsamallir, tá teir frammanundan hava luttikið í samstarvandi bólkaarbeiði.

Sum áður sagt, so fer Andriása at samstarva við granskarar á Námsvísindadeildini, og fer hetta samstarv, sum verður grundað á eina granskinagrverkætlan, ið tekur støði í føroyskum fortreytum og byggir á føroyskar royndir, uttan iva at vera eitt virðismikið íkast til at menna komandi lærarar í fólkaskúlanum.