Spennandi skrá til Vísindavøkuna
Størsta almenna granskingartiltakið í Føroyum, Vísindavøkan, verður í Kongshøll 6. november. Hóast koronuavmarkingar, er skráin á tremur við feskari føroyskari gransking, sum skal miðlast, so øll skilja
Setið kross í kalendaran fyrsta fríggjadagin í november.
6. november verður nevniliga ársins stóra granskingartiltak, Vísindavøka, sum Granskingarráðið skipar fyri saman við samstarvsfeløgum, eisini Setrinum.
Hetta er dagurin, har granskarar á vanliga máli - og stutt! - leggja fram sína gransking, so øll kunnu vera við.
Byrjað verður snimmað á morgni klokkan 8:00, og so koma fesku framløgurnar sum perlur á ketu heilt fram til klokkan 15:30 seinnapartin, tá snarrøðukapping verður, og at enda fær ein granskari ársins miðlaheiðursløn.
21 framløgur
Framløgurnar eru 21 í tali, og hvør granskari fær eitt korter at leggja síni úrslit fram.
Gamaní fyllir korona nógv sum vera man, men granskingin fevnir sera víða, tí korona hevur havt so stórt árin á so mong viðurskifti í samfelagnum og lívið hjá okkum borgarum.
Vit fara at hoyra um fólkaræði og serfrøðingaveldi, um skert persónligt frælsi undir koronutiltøkunum, um hvat vit vita eftir fystu sjúkubylgjuna, um hvussu vit elta smittuslóðir, um ávirkanina á okkara vinnulív, um samskifti í undantaksstøði, um persónligu upplivingarnar hjá fólki undir koronustongslinum, um seinfylgjur og eisini um, at vit knappliga skuldu hava eina meining um, hvussu korona skal bendast. Framløgur verða eisini um annað, so sum botndjórakanningar á firðunum, um ættarbregði og ílegur, um hví tað er so heitt í Føroyum, um meslingafarsóttina í 1846, um karnitin í mati, um atburðin hjá laksi á harðbalnum økjum, um genkanningar av føroyskum nýføðingum og eisini um ekkólodd.
Tilmelding og stroyming
Vegna smittuvanda er tiltakið avmarkað sammett við undanfarnar Vísindavøkur.
Talið av áhoyrarum verður avmarkað, so almennu leiðreglurnar, sum verða galdandi 6. november verða hildnar, og tí er neyðugt at melda seg til einstøku framløgurnar, sum hava áhuga.
Granskingarráðið letur upp fyri tilmeldingum fríggjadagin 23. oktober.
Stroymt verður eisini beinleiðis frá framløgunum, og Kringvarp Føroya tekur framløgurnar upp og fer at senda tær seinni í vetur og í vár. Leinki til stroymingina verður almannakunngjørt seinni.
Lesið skránna her.
Granskingarráðið boðar frá, at tað tíverri ikki ber til at hava tiltøk fyri børn og ung á svalanum ella uttanfyri, sum vanligt annars er. Í staðin verður talgilt tilfar tøkt í nýggjari Vísindavøkuapp, sum verður almenn fríggjadagin 23. oktober.
Meira verður at frætta um tað seinni.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...