Jóan Pauli Joensen
17.09.2009
Skriva út

Spenningur um Helenu

Tað sum er spennandi er, um tað fer at eydnast landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, at telva so væl, at hon fær tær 1,8 mió. til Søgu- og samfelagsdeildina á fíggjarlógina fyri 2010, sum mistar vóru í 2009, og sum førdi til at eingi lesandi vórðu upptikin heystið 2009.


Tað eru fleiri ungfólk, sum spyrja eftir, hvussu tað verður við teimum útbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.

Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya hevur raðfest Søgu- og samfelagsdeildina í 2010, so at deildin kann fáa sett tey størvini aftur, sum gera tað møguligt, at eini 50 ung fólk fáa møguleikan at lesa til bachelor í søgu ella stjórnmálafrøði her í Føroyum. Og at tey sum hava lokið bachelorútbúgvingina kunnu halda fram við masterútbúgving.

Lesturin á Søgu- og samfelagsdeildini hevur verið millum tann best dámdi á setrinum, og spurt verður hvønn dag, um útbúgvingarnar koma at verða ella ikki. Tíverri kann eingin á setrinum svara teimum við vissu. Øll bíða vit eftir, hvussu leikur fer fram í Mentamálaráðnum. Spurningarnir verða helst fleiri á tiltakinum Markleys útbúgving, sum verður fyrsta dagin, men hvat skal setrið svara?

Fer tað at eydnast Helenu Dam á Neystabø at vinna aftur tað sum var mist í 2009, so tað kemur aftur á fíggjarlógaruppskotið, sum verður lagt fram fyrsta dagin í tinginum, so er hon eitt konubrot  í føroyskum politikki. Fyrsta floks undirvísingarhøli standa ótolin og bíða eftir studentum.