12.12.2008
Skriva út

Spor í Tinganesi

Fróðskapur hevur givið úr bókina Spor í Tinganesi, sum havnarmaðurin Rolf Guttesen hevur skrivað. Hetta er ein sera áhugaverd bók at hava við sær í lummanum, tá ið ein gongur sær ein túr í Havn. Bókin er 174 síður við nógvum litmyndum og kostar kr. 250 í bókabúðunum.


Í hellunum í Tinganesi eru nógv sjónlig spor og merkir, sum øll eru gjørd av menniskjum í onkrari merking.

Her eru búmerkir, sólur ella kumpassrósur, árstøl, skjøldrar, nøvn, graffiti, bókstavir og krossar.

Høvuðsinnihaldið í bókini eru fotografiir, sum vísa merkini, sum tey eru. Hartil stuttur forklárandi tekstur. Reglan er: fyrst eitt yvirlitsbílæt, sum vísir allan lokalitetir; síðan eitt bílæt av steininum; og so eitt nærbílæt av merkinum. Soleiðis skuldi tað verið møguligt hjá øllum við bókini í hondini at funnið øll sjónlig merkir, sum eru meira enn 100 í tali.

Inni á Reyni, í Krókabrekku, Amtmansbrekku og í Sandagerði eru eisini spennandi merkir at finna.

Forlagið Fróðskapur gevur Spor í Tinganesi út í samstarvi við Løgmansskrivstovuna.