Spurnablaðakanningin AFTURSVAR handað
09.11.2012
Námsvísindadeildin
Skriva út

Spurnablaðakanningin AFTURSVAR handað

Allahalgannadag handaði Hans Harryson Hansen, lærari á Námsvísindadeildini, Fólkaskúlagrunninum spurnablaðakanningina, ið ber heitið “AFTURSVAR – Ein yrkislig mynd av teimum lærarum, ið tóku prógv á Føroya læraraskúla frá 2007 til 2011”.


Spurnablaðakanningin, ið er framd á summri 2012, umfatar 220 spurningar. Kanningin er skipað í 8 sjálvstøðugar og tó samfastar partar.

Partarnir eru:

  1. Bakstøðisupplýsingar
  2. Lestrartíðin á Føroya læraraskúla
  3. Fyrsta árið sum lærari
  4. Hvussu trívist tú sum lærari í dag
  5. Undirvísingarsýni og undirvísingarhættir
  6. Nútíðarnæmingurin
  7. PISA-kanningin og landsroyndin
  8. Eftirútbúgvingartørvur


Úrslitið av spurnablaðakanningini skal fyrst og fremst nýtast sum íblástur, tá ið nýggja læraraútbúgvingin verður stillað, og tá ið eitt dygdargott eftirútbúgvingartilboð skal mennast komandi árini.