Spurnarkanning um málmenning hjá føroyskum børnum
Nú er spurnarkanning send til foreldur, sum eiga børn í aldrinum 8- 36 mánaðir. Ætlanin við hesi kanning er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga við serligum atliti at orðfeingi.
Í samband við ph.d-verkætlanina hjá Sissal M. Rasmussen verður ein spurnarkanning gjørd fyrst í juni mánað millum øll foreldur, sum eiga børn í aldrinum 8-36 mánaðir.
Ætlanin við hesi kanning er at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu føroysk børn mennast málsliga. Kanningin, sum er umsett og tillagað til føroysk viðurskifti, kallast MacArthur- Bates Communicative Development Inventory og er í tveimum pørtum. Eitt spurnarblað er til tey smærru børnini sum kallast Orð og keipur (gestus) og eitt til tey størru sum kallast Orð og setningar. Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið.
CDI verður brúkt í nógvum øðrum londum, bæði hinum Norðurlondunum og eitt nú Onglandi og USA. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum børnum og børnum í øðrum londum.
Spurnarkanningin fer fram á netinum, við at foreldur verða biðin um at krossa á ein lista, hvørji orð børn teirra skilja og/ella brúka. Úrslitini av kanningini kunnu geva okkum vitan um, hvussu málið hjá føroyskum børnum mennist.
Vónandi fara nógv foreldur at luttaka, soleiðis at vit fáa størri vitan um málsligu menningina hjá føroyskum børnum.
Til at lesa um kanningina trýst her
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...