Stakskeið á Føroyamálsdeildini várið 2019
Lesturin byrjar aftur á Føroyamálsdeildini 4. februar. Í vár verður undirvíst í fýra evnum á framhaldslestrinum. Til ber at tekna seg til stakgreinalestur.
Eitt av hesum skeiðum er Cool Faeroensia. Skeiðið vendir sær til teirra, sum hava áhuga í avbjóðingum og menningarmøguleikunum innan mentanarferðavinnu. Ferðafrøði hevur seinastu áratíggjuni tikið seg fram sum nýggj vísindagrein. Talan er um eina tvørvísindaliga tilgongd, sum kann lýsa samfelagslig, mentanarlig og listalig viðurskifti innan ferðavinnu. Her verður m.a. granskað í, hvussu ferðavinna kann koppla vinnu og mentan saman, og hvussu hon kann roynast sum drívmegi fyri búskaparligum vøkstri.
Á skeiðnum verður nærri hugt at júst hesum viðurskiftum við atliti at føroyskari (mentanar)ferðavinnu. Serliga verður varpað ljós á, hvussu Føroyar verða og kunnu verða ’brandaðar’ við fremstu avrikum landsins innan list, listahandverk og hvussu hesi kunnu kopplast til mentanararvin yvirhøvur. Eitt av fleiri dømum verður William Heinesen sum ’brand’ fyri Havnina og Føroyar. Í hesum sambandi verður litið at ymiskum sløgum av nissjukendum ferðavinnum, sum Føroyar kunnu fáa gagn av. Litið verður eisini nærri at, hvussu hesar tilgongdir verða brúktar til at skapa ikonbýir, oyggjabrand og netverk av ’brandum’ millum oyggjar og býir.
Umframt hetta skeið, eru hesi trý:
- Ævisøgan sum yrktur yrkistekstur
- Nútíðarføroyskt – setningafrøði
- Merkingarfrøði
Øll skeiðini eru 10 ECTS. Tey kunnu takast á BA og MA stigi. Gjald fyri stakgreinalestur er 200 DKK/ECTS. Freistin at tekna seg er 20. januar.
Les meira um stakskeiðini HER
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...