Stakskeið: Fjølbroyttu Føroyar
Í heyst bjóðar Søgu- og samfelagsdeildin út nýtt stakskeið um Føroyar og tilflyting fyri at geva vitan og førleikar um altjóða flytføri, tilflyting og mentanarligt fjølbroytni
Føroyska fólkasamansetingin er tey seinnu árini vorðin nógv meira fjølbroytt. Sambært Útlendingastovuni vóru við ársskiftið 2255 útlendingar úr tilsamans 107 ymiskum londum her, 1015 kvinnur og 1240 menn.
Summi eru í Føroyum fyri at arbeiða, nøkur lesa, meðan onnur búgva her og hava familju her.
Fleiri lyklatøl hjá útlendingastovuni eru at síggja her
Endamálið við skeiðnum er, at varpa ljós á tilflyting í Føroyum og at geva tí lesandi vitan og førleikar at greina aktuellar spurningar um altjóða flytføri, tilflyting og mentanarligt fjølbroytni.
Á skeiðnum verður sjóneyka sett á tilflyting sum samfelagsligt fyribrigdi í Føroyum, og tað verður sett í altjóða samanhang. Undirvíst verður í hugtøkum og ástøði til at viðgera migration og mentanarligt fjølbroytni sum eitt søgu- og samfelagsligt fyribrigdi.
Dentur verður lagdur á tvørfakliga tilgongd, og evni, sum verða viðgjørd, eru millum annað altjóðagerð og altjóða flytføri, immigratión, inklusión, marginalisering, demokrati, borgaraskapur, integrationsmyndlar (assimilation, "meltingpot", mosaik), arbeiðsmarknaður, kyn, mentanarligt margfeldni og kosmopolitisma.
Skeiðið er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga í evninum, og fyri tey, sum arbeiða har, ið føroyingar og tilflytarar møtast.
Eftir lokið skeið skal tann lesandi megna at lýsa tilflyting og nýggjar fólkasamansetingar í Føroyum í eldri og nýggjari tíð, greiða frá ástøði um immigratión, mentanarmunir og samfelag, greina aktuellar spurningar um immigratión, inklusión og marginalisering í nútíðarsamfelagnum.
Upptøkutreytin er miðnámsskúlaprógv ella líknandi førleikar. Skeiðið er partur av fulltíðarlestri á Setrinum, og tí er upptøka til stakskeið eisini treytað av, at pláss eru tøk.
Skeiðið gevur tær 10 ECTS-stig, og prísurin er 200 krónur fyri hvørt stigið.
Lesið meira um skeiðið her
Umsóknarfreist er 15. august 2022.
Umsóknarblað er her
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...