Stakskeið: Heilsuvísindi, samfelag og mentan í Føroyum
1. september er evstamark at søkja pláss á spennandi stakskeiði um, hvørja ávirkan samfelagslig og mentanarlig viðurskifti í Føroyum hava á heilsuna og vælferðina
Í september, oktober og november vera 16 hollir skeiðsdagar, har okkara samfelag og mentan verða greinað út frá, hvønn týdning tey hava fyri heilsustøðu og vælferð hjá føroyingum.
Talan er um stakskeið, sum gevur 15 ECTS-stig fyri 5000 krónur.
Tað er Anna Sofía Veyhe, ph.d. og adjunktur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, sum hevur ábyrgdina av skeiðinum, sum hevur nummar 8728.22.
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Á skeiðinum verður dentur serliga lagdur á hesi viðurskifti: Demografiska gongdin í Føroyum; aldur, kyn og migrationsmynstur; heilsupolitikkur og vælferð; Føroyar sum smáoyggjasamfelag; mentan og átrúnaður í Føroyum; sosialur ójavni og heilsa og lógarkarmar fyri heilsu í Føroyum.
Fortreytirnar fyri at kunna luttaka heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi. Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella tilsvarandi.
Umsóknarblað er her.
Umsóknarfreist er 1. september.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...