politisk vistfrøði.jpg (1)
(Foto: commons.wikimedia.org)
12.10.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stakskeið: Politisk vistfrøði

Aftur í heyst bjóðar Søgu- og samfelagsdeildin út stakskeið í politiskari vistfrøði

Politisk vistfrøði (á enskum: Political Ecology) er ein kritisk tvørfaklig tilgongd, ið gevur førleikar at skilja ímillum og greina ymisk áhugamál og sjónarhorn í sambandi við kjak um náttúru-, umhvørvis- og veðurlagsmál.

Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi læra um sambandið millum mentan, vald og umhvørvistrupulleikar og ogna sær greiningarførleikar, sum kunnu nýtast t.d. í fyrisiting av náttúrutilfeingi, og í arbeiði við náttúruvernd, burðardygd og veðurlagspolitikki.

Spurningar, sum skeiðið viðger, eru m.a. Hvat er náttúra fyri eitt fyribrigdi? Hví eru vit í eini veðurlagskreppu? Hví og hvussu raka veðurlagsbroytingarnar lond og samfelagsbólkar ójavnt? Hvørs vitan, áhugamál og sjónarhorn telja, tá avgerðir verða tiknar um eitt nú náttúrufriðingar, lendisnýtslu, útlutan av loyvum at troyta náttúrutilfeingi, osfr.? Og hvør vinnur og tapir, tá tílíkar avgerðir verða tiknar?

Dentur verður lagdur á at greina og skilja sambandið millum menning og umhvørvi, og samanhangin millum lokal umhvørvismál og globalar búskaparpolitiskar gongdir/dynamikkir.

Skeiðið er viðkomandi fyri øll við áhuga fyri evninum og fyri tey, sum arbeiða við umhvørvis- og veðurlagspolitikki, umsiting av náttúrutilfeingi, burðardyggari menning, osfr.

Eftir lokið skeið skal tann lesandi eitt nú megna at viðgera aktuellar ósemjur og kjak, ið viðvíkja nýtslu og vernd av náttúruni í Føroyum og aðrastaðni við støði í umhvørvis-samfelagsvísindaligum hugtøkum og ástøði.

Harumframt skal tann lesandi verða før/ur fyri at greiða frá, hvussu veðurlagsbroytingar og umhvørvistrupulleikar eru knýttir at búskaparpolitiskum dynamikkum.

Upptøkutreytin er miðnámsskúlaprógv ella líknandi førleikar.

Undirvísingin verður hósdagar og mánadagar kl. 9-12 í tíðarskeiðnum 17. november til 15. desember 2022.

Skeiðið gevur tær 7,5 ECTS-stig, og prísurin er 200 krónur fyri hvørt stigið ella 1500 krónur tilsamans.

Les meira um skeiðið her.

Umsóknarfreistin er 1. november 2022.

Umsóknarblað er her.