Startskotið fyri lestrarbý á Frælsinum
Fríggjamorgunin var fyrsti fundurin hjá arbeiðsbólkinum, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett at fyrireika lestrarbý á Frælsinum.
Longu seint í vár skal eitt tilmæli liggja klárt, so tað kemur við í komandi fíggjarlógarviðgerð.
Arbeiðsbólkurin, sum er mannaður við umboðum úr Fróðskaparsetrinum, Landsverki og Mentamálaráðnum, skal gera tilmæli um, hvussu til ber at savna útbúgvingar, lestrarbústaðir, bókasavn og aðrar hentleikar, ið skapa eitt livandi og lokkandi lestrarumhvørvi í økinum kring Frælsið.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at fjálga og fjølga um útbúgvingarøkið, millum annað tí ein framsøkin útbúgvingarpolitikkur er lykilin til at venda skeivu aldurssamansetingini.
- Vit meta, at málið hevur rættiliga stóran skund og hava tí í fyrsta umfari sett 8 mió. kr. av til fyrireikingar í 2016. Ynskiligt er, at arbeiðsbólkurin kemur við einum ítøkiligum tilmæli longu seint í vár, so tað kann koma við í komandi fíggjarlógarviðgerð, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Í arbeiðsbólkinum eru Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Jørgen Meitilberg og Hans Pauli Joensen frá Fróðskaparsetrinum, Kirstin Hansen/Arne D. Madsen fyri Landsverk, Mortan Zachariassen og Martin Næs fyri Mentamálaráðið.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...