15.01.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Startup Setrið 2015

Ein framúr góður møguleiki hjá tær sum lesandi á Setrinum, at menna tínar innovativu førleikar í samstarvi við føroyskar fyritøkur.


Nær: 28. - 30. januar 2015 (fullan dag)

Hvar: Bókbindarargøta 8, 100 Tórshavn

Avmarkað pláss. Søk sum skjótast, tí plássini verða tillutað so hvørt sum lesandi tekna seg.

Øll fáa skeiðsváttan, og vinningur verður latin.

Hvat er Startup Setrið 2015?
Startup Setrið er fyri teg, sum ynskir at styrkja tínar nýskapandi førleikar saman við eini røð av føroyskum fyritøkum, sum standa yvirfyri innovativum avbjóðingum. Í Startup Setrið eru tað tit lesandi, sum skulu innovera fyri føroyskar fyritøkur. Tú lærir tí hvussu ein mennir nýskapandi loysnir og ognar tær
samstundis innovativar førleikar.

Startup Setrið fevnir um tríggjar fullar dagar við fyrilestrum, mentorum og verkstovum.

Hvat fái eg burturúr?

  • Betri møguleikar fyri einum starvi eftir útbúgving
  • Møguleikan at loysa eina veruliga avbjóðing fyri eina fyritøku
  • Førleikar at brúka eitt gott íverksetara amboð (BIZ – sum er altjóða viðurkent)
  • Eitt inspirerandi og førleikabaserað toymisarbeiði
  • Góða venjing í framløguteknikki (pitches)
  • Royndir í at eyðmerkja tað, sum veruliga hevur týdning – og formidla tað stutt og greitt
  • Møguleikan at arbeiða saman við inspirerandi mentorum
  • Førleikar at hugsa í vinnuligum og marknaðarligum loysnum
  • Samband við arbeiðsgevarar á arbeiðsmarknaðinum
  • Ein innovativan hugburð


Tilmelding

Vilt tú fáa eitt gott innlit í hvussu innovatión og vinnuligur framburður verða skapt og hevur tú hug, áræði og dirvi til at taka við eini veruligari avbjóðing hjá eini føroyskari fyritøku er hetta tiltakið júst fyri teg.

Øll lesandi á Setrinum kunnu tekna seg.

Hvussu meldi eg meg til?
Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til is(at)is.fo innan 18. jan.

Tiltakið er ókeypis og Setrið bjóðar morgunmat, frokost og kaffi allar skeiðsdagarnar.