Starvslæruvegleiðing: Longd freist til skeið fyri lærarar
Freistin at tekna seg til starvslæruvegleiðaraskeiðið til lærarar er longd til á midnátt mánadagin 13/6
Hetta er eitt sera spennandi skeið, sum Námsvísindadeildin bjóðar fólkaskúlalærarum, sum vilja menna seg í starvslæruvegleiðing og akkersfólkaarbeiði.
Starvslæran er ein týdningarmikil partur av læraraútbúgvingini. Fyri at gera starvslæruna so munadygga sum gjørligt, eru vit eins og grannalond okkara farin at bjóða starvslærarum eitt serskilt skeið, ið skal brynja teir at taka ímóti lesandi og geva teimum førleikar at leggja eitt mennandi starvslæruskeið til rættis.
Undirvíst verður triðja hvønn hósdag frá kl. 12.30 til 15.30. Fyrsti undirvísingardagur er 8/9-2022, og seinasti undirvísingardagur er 1/6-2023.
Tað serliga við skeiðnum er, at tey lesandi fara ikki bara at fáa servitan um starvslæruvegleiðing, men skeiðið varpar eisini ljós á akkersfólkaarbeiði. T.e. at skeiðsluttakararnir læra at vegleiða nýútbúnum lærarum eins væl og lesandi, ið koma í starvslæru.
Les meira um skeiðið her.
Sí undirvísingarætlanina her.
Og far til umsóknarblað her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...