01.10.2016
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Starvslesandi í miðfyrisitingini ella á sendistovu í vár?

Mánadagin á middegi er freistin at søkja, um tú ætlar tær at verða starvslesandi í vár


Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi í miðfyrisitingini.

Umsóknarfreistin er 1. oktober fyri tey, ið vilja verða starvslesandi fyrra hálvár, og 1. apríl fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár.

Trýst her hevur tú hug at fáa nærri at vita um at gerast starvlesandi í miðfyrisitingini.

Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi (stagiare) á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn og Reykjavík. Umsóknarfreistirnar er 1. oktober fyri tey, ið vilja verða starvslesandi fyrra hálvár, og 1. apríl fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár.

Trýst her hevur tú hug at fáa nærri at vita um at gerast starvlesandi í einari av føroysku sendistovunum.