Skriva út

Starvslesandi til arktiska universitetið

Arktiska universitetið – stytt UArctic lýsir eftir starvslesandi til fýra størv


Í heyst og á várið 2017 er møguleiki at sleppa út um landoddarnar at royna seg sum starvslesandi. Arktiska universitetið – ið er eitt netverksuniversitet, ið fevnir um fleiri univeristetseindir – søkir eftir starvslesandi.

Talan er um fýra størv, sum víst niðanfyri.

Heystið 2016
Universitetið í Lapplandi, Rovaniemi, Finnland
Universitetið í Oulu, Oulu, Finnland

Várið 2017
Universitetið í Lapplandi, Rovaniemi, Finnland
Arktiska universitetið í Noregi, Deildin í Alta, Noreg

Tey, sum kunnu søkja, skulu vera lesandi á einum av universitetunum í danska kongsríkinum, sum eru limir í UArctis; teirra millum er Fróðskaparsetur Føroya.

Starvslýsingarnar finnur tú her

Les meira um UArctic