Starvslesandi til føroysku sendistovurnar og landsfyrisitingina
03.04.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Starvslesandi til føroysku sendistovurnar og landsfyrisitingina

Umsóknarfreistin til at gerast starvslesandi seinnu hálvu av 2015 er 8. apríl á middegi.


Sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini taka vanliga inn starvslesandi tvær ferðir um árið, og nú nærkast umsóknarfreistin at søkja um at gerast starvslesandi seinnu hálvu í 2015.

Í hesum umfari vænta vit, at stjórnarráðini og sendistovurnar í Brússel, Keypmannahavn, London og Reykjavík taka ímóti starvslesandi. Hesaferð ber ikki til at søkja sendistovuna í Moskva.

Freistin at søkja er mikudagin 8. apríl 2015 á middegi. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo

At vera starvslesandi gevur tær góðar royndir, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi. Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

Les meira um at gerast starvslesandi í Uttanríkistænastuni her.

Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her.

Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár. Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum. Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.

Vit vilja gera vart við, at umsøkjarar, ið søkja til sendistovurnar í Brússel og London eiga at vera innskrivaðir á lestrarstaði í tíðarskeiðnum, sum starvlesnaðurin er.