Starvslesandi til føroysku sendistovurnar og landsfyrisitingina
Umsóknarfreistin til at gerast starvslesandi á vári 2016 er 26. oktober 2015.
Føroysku sendistovurnar í Brússel, Keypmannahavn, London og Reykjavík taka væntandi inn starvslesandi komandi hálvár. Tað ber tíverri ikki til at gerast starvslesandi í Moskva hesaferð. Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við sendistovurnar um møguligar arbeiðsuppgávur og áhugamál, áðrenn umsóknin verður send.
Stjórnarráðini í landsfyrisitingini taka eisini inn starvslesandi. Roynt verður at geva tí starvslesandi møguleikan at virka á tí ráðnum, ið hann/hon hevur raðfest. Umsøkjarar eiga at hava í huga, at málsøkjabýtið er nakað broytt, nú nýtt landsstýrið er skipað.
Tá søkt verður um at gerast starvslesandi á stjórnarráðunum, verður eitt oyðublað nýtt. Tó verður mælt umsøkjarum til eisini at senda eina motiveraða umsókn.
Kunning um skipanina og umsóknarblað eru at finna her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...