Starvslesandi til sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina (3)
26.03.2014
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Starvslesandi til sendistovurnar og føroysku landsfyrisitingina

Uttanríkstænastan á Løgmansskrivstovuni tørvar starvslesandi til sendistovur okkara í Keypmannahavn, Brússel, Reykjavík og London.


Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini taka inn starvslesandi til fyrru hálvu í 2014. Í hesum umfari vænta vit, at allar sendistovurnar taka ímóti starvslesandi.

Freistin at søkja er mánadagin 7. apríl 2014 á middegi. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo

At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi. Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

  • Les meira um at gerast starvslesandi í Uttanríkistænastuni her
  • Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her


Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár. Vit kundu hugsa okkum at fingið eitt sindur meiri at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum. Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.