27.10.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Starvslesandi til uttanríkistænastuna

Hevur tú hug at fáa starvsroyndir og royna okkurt nýtt og spennandi á hægsta politiska stigi, kanst tú gerast starvslesandi í uttanríkistænastuni.


Starvslesandi til uttanríkistænastuna

Hevur tú hug at fáa starvsroyndir og royna okkurt nýtt og spennandi á hægsta politiska stigi, kanst tú gerast starvslesandi í uttanríkistænastuni. Okkum tørvar starvslesandi til sendistovur okkara Keypmannahavn, London og Reykjavík, umframt til heimatænastuna í Uttanríkisráðnum í Tinganesi.

Uppgávur
Sum starvslesandi arbeiðir tú við uppgávum, ið eru knýttar at útbúgving tíni og tørvinum hjá uttanríkistænastuni. Tú framleiðir til dømis tilfar til heimasíðu okkara, skrivar frágreiðing um ein altjóða felagsskap, lýsir eina vinnugrein, svarar fyrispurningum, leitar fram upplýsingar fyri føroyskar fyritøkur og einstaklingar, skipar fyri fundum og tiltøkum og hevur aðrar viðkomandi uppgávur.

Førleikar
Tú lesur á hægri lærustovni t.d. stjórnmálafrøði, løgfrøði ella tílíkt og hevur helst lokið útbúgving á bachelorstigi. Tú sýnir samstarvshuga, hjálpsemi, miðvísi og sjálvstøðugt arbeiðslag, eins og tú hevur føroyskan og enskan málkunnleika.

Setanartreytir
Starvsvenjingartíðin er eitt hálvt ár og kann lagast eftir tínum umstøðum. Størvini eru ólønt, men vit lata mánaðarligan stuðul til bústaðarútreiðslur, eins og til ber at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Vanliga ber eisini til at fáa útbúgvingarstuðul, umframt at samsýning verður latin eftir nøktandi starvsvenjing.

Umsóknir
Tú ert vælkomin at senda okkum eina umsókn saman við avritum av prógvum, lívsrensli (c.v.) og viðmælum. Merk umsóknina “Starvslesandi” og send hana til mfa@mfa.fo.

Umsóknarfreistin er 9. november, og tú byrjar starvsvenjingina 1. februar 2010.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Gunnar Toftegaard, deildarstjóra í Uttanríkisráðnum, á tel. +298 30 61 48 ella teldupost guto@mfa.fo.

“Góður førningur í framtíðin”- Sóley Heradóttir Hammer, fyrrverandi starvslesandi á Sendistovu Føroya í Reykjavík.
“ Eg fari altíð at minnast við gleði aftur á tíðina, eg var í starvsvenjing í sendistovuni í Reykjavík. Í hjartanum á býnum virkar sendistovan sum eitt bindilið millum grannalondini Føroyar og Ísland. Londini, sum á mongum økjum líkjast, men sum tó eru so ymisk. Gjøgnum arbeiðið á sendistovuni havi eg fingið gott innlit í íslendsk viðurskifti, alt frá fólki og mentan til politikk og stjórnarskipan, og havandi í huga vaksandi samstarvið millum londini, fer hetta óivað at roynast mær góður førningur í framtíðini. Viðurskiftini í Føroyum og Íslandi  eru eisini so lík og hava tískil verið sera áhugaverd at samanbera. Sum heild hevur starvsvenjingin givið mær hollar royndir og innlit í bæði føroyska og íslendska samfelagið umframt at eg nú veit hvussu ein sendistova virkar og arbeiðir. Starvsvenjingin hevur ment meg á ein øðrvísi hátt enn bert lesturin hevði gjørt og gjørt meg til reiðar at møta teimum avbjóðingum, ið arbeiðsmarknaðurin hevur at bjóða “.