Danmarks_Ambassade_Oslo (2).jpg
Danska sendistovan í Olso søkir, eins og sendistovurnar í Helsinki og Stokkhólmi, eftir starvsnæmingum,, sum lesa kandidat (Foto: wikimedia)
16.02.2021
Setrið
Skriva út

Starvsnæmingar til danskar sendistovur

Sendistovur Danmarkar í Helsinki, Olso og Stokkhólmi søkja eftir starvsnæmingum við serligum kunnleika til Arktis, Grønland og/ella Føroyar

Tær tríggjar donsku sendistovurnar í Finnlandi, Svøríki og Noregi søkja eftir hvør sínum starvsnæmingi at byrja 1. august 2021.

Umsøkjarar skulu vera kandidatlesandi í ríkisfelagsskapinum ella lesandi uttan fyri ríkisfelagsskapin, tó innskrivað á lærustovni í ríkinum.

Góður kunnleiki til politikk og raðfestingar í Arktis hjá ríkisfelagsskapinum er fyrimunur.

Starvslæra er ólønt, men sendistovurnar lata lutvíst endurgjald fyri húsaleigu og ferðing osv.

Umsóknarfreistin er 14. mars.

Lesið meira um starvslæruna her.