13.04.2017
Altjóða Skrivstovan Til lesandi
Skriva út

Starvsvenjing hjá UArctic í Finnlandi

Tvey starvsvenjingarstørv í Finnlandi eru leys hjá lesandi at søkja, annað á universitetinum í Rovaniemi og hitt í Oulu


Starvsvenjingin í Rovaniemi verður á høvuðsskrivstovuni hjá arktiska universitetinum har og varir í fýra mánaðir. Tíðarskeiðið verður frá 1. september til 31. desember 2017. Uppgávurnar verða at vera atstøðari í sambandi við greining av dátum, at vera við til at gera kunningartilfar um UArctic, praktiska fyrireiking av UArctic-fundum og frágreiðingum, skriva um tiltøk og virksemi í arktiska økinum, hjálpa til við at kunna um UArctic (serliga við atliti at donskum, grønlendskum og føroyskum stovnum), og at hjálpa til menna UArctic-netverkið.

Starvsvenjingin í Oulu verður á skrivstovuni hjá UArctic Thematic Networks hjá arktiska universitetinum har og varir í fimm mánaðir. Tíðarskeiðið verður frá 1. august til 31. desember 2017. Uppgávurnar verða at vera stuðul í tematisku netverkunum og granskingarsamstørvunum, at hjálpa til at fyrireika tiltøk, at skriva nýggjar søgur um netverkið og at dagføra heimasíður, og at vera atstøðari í sambandi við ES-fíggjaðar verkætlanir, knýttar til UArctic.

Í lýsingini sigur UArctic, at tað avgerandi er ikki, hvørja útbúgving, tann lesandi er í holt við. Tað er ein fyrimunur, at umsøkjararnir skilja arktisk málsevni og arktiska universitetið, at duga væl enskt, at hava góðar telduførleikar, hava royndir í at fyrireika tiltøk, og hava hegni at virka í einum altjóða og tvørmentanarligum umhvørvi.

Samssýningin fyri starvsvenjingina er 1.466 Evrur um mánaðin umframt at ferðakostnaðurin verður goldin.

Umsóknarfreistin til bæði størvini er 2. mai. Umsókn skal sendast til altjóða høvuðsskrivstovuna hjá UArctic umvegis teldupostadressuna secretariat(at)uarctic.org   saman við lívsrensli (CV). Tilskilast skal, hvat av størvunum, søkt verður.

Les alla starvslýsingina her.