28.09.2015
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Starvsvenjing í Oulu í Finnlandi

Eitt starvsvenjingarpláss gjøgnum North2north samstarvið.


North2north samstarvið er partur av UArctic samtakinum. Nøkur universitet í danska kongaríkinum eru partur North2north, herímillum Fróðskaparsetur Føroya.

Eitt starvsvenjingarpláss er lýst leyst í Oulu í Finnlandi. Starvsvenjingarplássið er á UArctic Research Liaison and Thematic Networks Office at the University of Oulu, Thule Institute. Starvsvenjingin verður á vári í 2016.

Umsóknin skal vera eina síðu long.

Lýsingina kanst tú lesa her.

Umsóknarfreistin er 15. oktober 2015.