_Z1A0288breid.jpg
Ingi Heinesen Højsted er adjunktur á Námsvísindadeildini á Setrinum og er ein av høvundunum í nýggju greinini í "Mathematics" (Foto: Finnur Justinussen)
02.03.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Støddfrøði: Megin í kunningartøkni

Nýggj grein um kunningartøkni í støddfrøði er útkomin í tíðarritinum, "Mathematics". Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á Námsvísindadeildini, hevur givið sítt íkast

Greinin eitur "Mathematical Representation Competency in Relation to Use of Digital Technology and Task Design—A Literature Review". Hon er við í eini serútgávu við heitinum, "Designing Tasks within Dynamic and Interactive Mathematics Learning Environments".

Greinin viðger, hvussu kunningartøkni - serliga computer algebra systems (CAS) og dynamic geometry systems (DGS) - kann brúkast til at sniðgeva uppgávur í støddfrøði.

Í greinini verður eisini kjakast um megina, sum kunningartøknin hevur til at framleiða ørgrynnu av dynamiskum støddfrøðihugtøkum, tá samanborið verður við pappír og blýant.

Er talan um nýtt slag av støddfrøðiligum representatiónum ella bara um nýtt slag av støddfrøðiligum virksemi? Her er forritið, GeoGebra, brúkt

Lesið alla greinina her.