Støðugt færri lesa uttanfyri Norðurlond
03.08.2016
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Støðugt færri lesa uttanfyri Norðurlond

Hetta sæst við at hyggja at uppgerðini fyri ÚSUN-skipanina frá mars 2016.


ÚSUN-skipanin er ein stuðulsskipan fyri føroyingar, ið taka útbúgvingar uttan fyri Norðurlond. Heitið ÚSUN stendur fyri ”útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond”. Í lógini, ið kom í gildi 1. august 2007, er tó í ávísum førum møguleiki at veita henda stuðul í Norðurlondum. Stuðulin fer til at rinda skúlagjald.

Talið av lesandi, ið nýta ÚSUN-skipanina, hevur verið lækkandi síðani 2013. Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Fyri nøkrum árum síðani var uppá tal at taka stuðulin av, og tað tóktist at loypa ekka á fleiri, sum kanska hildu seg aftur orsakað av hesum tosi. Stuðulin verður tó framvegis veittur, men talið er framvegis lækkandi.

Tað eru tey somu londini, sum framhaldandi er væl umtókt. Tey eru Ongland, Pólland, USA og Skotland. Í Póllandi er ein populer medisinútbúgving á Pomeranian University í Szczecin, har undirvíst verður á enskum.
Farið verður eisini til onnur lond at lesa, tó ikki líka stór mongd av lesandi sum til til dømis Onglands og Póllands, men fyri fyrstu ferð í mong ár síggja vit á yvirlitinum, at ein lesandi hevur valt at leggja leiðina til Russlands.

Talvan til høgru vísir, hvussu nógv lesandi fáa stuðul gjøgnum ÚSUN-skipanina hjá Studna og hvar í heiminum tey lesa.