Skriva út
Størri skúlar til størri næmingar!
Kanning við 8. og 9. floks næmingum vísir, at næmingarnir í størru skúlunum eru nøgdari við skúlaviðurskiftini enn næmingarnir í smærru skúlunum
Flestu næmingar halda tað gongur væl í skúlanum, og teimum dámar væl at læra. Eisini halda tey at undirvísingin í skúlanum er góð. Tað sum tey ikki eru heilt sannførd um er, um tað er stuttligt at ganga í skúla. Rættiliga avgjørd eru tey tá tey verða spurd um skúlating eru spennandi – tað eru tey ikki!
Hetta eru úrslit úr kanning, har allir næmingarnir í 8. og 9. flokki í føroyska fólkaskúlanum vórðu spurdir útvið 200 spurningar um undirvísingarhættir, hugburð til og nøgdsemi við skúlagongdina. Sum heild eru næmingarnir væl nøgdir, og taka skúlan í álvara.
Les grein hjá Erlu Olseni, PhD í lívfrøði. Námslektari á Námsvísindadeildini. Greinin hevur staðið í Vikuskiftisblaðnum:
Størri skúlar til størri næmingar!
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...