23.02.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Stór og smá til VITAN Á SKÁK

Í vikuni 15.-20. februar skipaði Granskingarráðið fyri átakinum VITAN Á SKÁK við m.ø. almennari kunning um gransking og 90 lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum.


Umframt framsýning við 222 barnatekningum frá kappingini 'Tekna ein granskara', 90 lýsingum av aktuellum granskingarverkætlanum og almenna kunning um gransking, vóru fríggjadagin 19. og leygardagin 20. februar hesi tiltøk á skránni:

-  Granskarar hava stuttar framløgur um sína gransking
-  Kappingar fyri børn og ung – vinningar verða gávukort úr Rit & Rák 
-  Møguleiki at royna ymisk granskingaramboð og lutir 
-  Bólkurin Pixel málar sítt boð uppá føroyska granskaran anno 2010 
-  Kaffi-/saftkrókur við bløðum um vísindi og gransking til børn og vaksin  
-  Teknikrókur fyri børn 

Fleiri granskarar á Fróðskaparsetrinum høvdu framløgur.