Knud Simonsen
24.07.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Stór sjóvarfalsorkuverkætlan í Suðurkorea

Eitt bretskt felag hevur skrivað sáttmála við eitt suðurkoreanskt orkufelag um at seta 300 sjóvarfalsturbinur á havbotnin. Hetta er størsta verkætlan av sínum slagi í heiminum higartil.


Tann 11. mars í ár skrivaði bretska felagið Lunar Energy undir sáttmála við Suður Koreanska felagið Korean Midland Power Company um at gera 300 sjóvarfalsturbinur fyri 500 milliónir bretsk pund, sum skulu setast niður á botnin í Wando Hoenggan sundinum. Ætlanin er, at hetta verkið skal veita orku til 200.000 heim í ár 2015.

Talan er um myllur, sum eru inni í einum røri, ið er formað sum ein trakt. Myllan í einari 1 MW turbinu er 11.5 m diametur, tað víðasta av traktini er 15 m og longdin er 19.2 m. Turbinan stendur á einum fóti, sum vigar 2500 tons og verður sett niður á botnin. Arbeitt verður við at menna turbinur upp til 2 MW. Til samanberingar eru stóru vindmyllurnar hjá SEV í Neshaganum 0.66 MW.

Sambært tølunum í sáttmálanum verður eindarprísurin 1.67 milliónir pund ella umleið 17 milliónur krónur. Tað verður suðurkoreanska stórfyritøkan Hyandai Heavy Industries og felagið Roech Engineering, sum fara at framleiða turbinurnar.

Áðrenn suðurkoreansku myndugleikarnir geva endaligt loyvi til alla verkætlanina, skulu umhvørvis árinskanningar gerast. Ein forkanning við einari 1 MW turbinu byrjar komandi ár.

Í Bretlandi er vaksandi áhugi fyri at útvinna orku úr sjóvarfalsrákinum. Sambært nevndarformanninum í Lunar Energy, William Law, er potentialið í sjóvarfalsrákinum kring bretsku oyggjarnar til at nøkta 20% av bretska orkutørvinum. Hann vísir serliga á Pentland Firth, sum hann metir kann geva minst 10.000 MW, svarandi til orkutørvin hjá 1 millión heimum.