Landsbokasavn_innan2.png
Vegna umlegging til nýggja skipan verður landsbókasavnið stongt frá 6. - 10. juli
Brynhild Thomsen
22.06.2020
Setrið
Skriva út

Stór umlegging á Landsbókasavninum

Nú nýggj bókasavnsskipan verður tikin í nýtslu, verður avgreiðslan av fjarbíleggingum órógvað, og eisini verður savnið afturlatið í eina viku

Nýggja bókasavnsskipanin, sum flest bókasøvn í landinum fara at brúka, eitur Reindex, og Landsbókasavnið fer at taka hana í nýtslu nú í juli.
Í tí sambandinum verður virksemið á bókasavninum órógvað eitt sindur.

Í tíðindaskrivi boðar Landsbókasavnið frá, at tað í sambandi við skiftið ikki ber til at fjarbíleggja tilfar frá viku 27, umframt at Landsbókasavnið hevur afturlatið í viku 28, sum er frá 6. – 10. juli.

- Í hesum tíðarskeiði avgreiða vit ikki fyrispurningar og tískil ber heldur ikki til at bíleggja tilfar á bokasavn.fo. Haldið okkum til góðar, skrivar savnið í fráboðan.