Stór verkætlan um kommunupolitikk
Eingin kommunupolitikkur uttan fólkavaldar kommunupolitikkarar, men hvørji eru tey, sum verða uppstillað og vald?
Fyri triðju ferð verður gjørd spurnakanning millum øll tey, sum vórðu uppstillað til kommunuval. Hesu ferð eru tað tey meira enn 600, sum vórðu uppstillað í 2008, sum verða spurd um sín leiklut og sína hugsan. Við trimum slíkum kanningum ber til at lýsa møguligar broytingar í rekrutteringini til bý- og bygdaráð, so hvørt sum talið á kommunum minkar.
Tað er umráðandi, at tey flestu fylla út spurnablaðið, sum tey fingu við postinum fyri einum mánað síðan, og senda tað aftur, eisini um tey ikki svara øllum spurningunum. Freistin at svara er 19. mars 2012. Um onkur hevur mist sítt spurnablað, hevur spurningar til kanningina, ella hevur áhuga í leinkju til teldutøkar frágreiðingar frá teimum fyrru kanningunum, sendið teldupost til Beintu í Jákupsstovu ( Beinta@himolde.no ) ella ringið 0047 48066544.
Verkætlanin fer fram í samstarvi við Setrið og Kommunusamskipan Føroya.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...