Stór vindmylluætlan í Hetlandi
Grannarnir fyri sunnan ætla at byggja stórar vindmyllulundir og at útflyta orkuna til meginlandið gjøgnum ein sjókaðal. Umboð frá Náttúruvísindadeildini vóru á kunningarferð í Hetlandi í fjør heyst.
Felagið Viking Energy hevur síðani 2003 arbeitt við at menna eina verkætlan, har ein 457 MW vindmyllulund skal setast upp á oynni Mainland og ein sjókaðal skal leggjast inn til meginlandið.
Ætlanin er at byrja at reisa vindmyllurnar um ársskiftið 2013/14 og at øll verkætlanin framleiðir elorku í 2018, greiddi verkætlanarleiðarin, David Thomson, frá, tá umboðini frá Náttúruvísindadeildini vitjaðu á høvuðsskrivstovuna hjá Viking Energy í fjør heyst.
Mikudagin 4. apríl gav skotski orkumálaráðharrin loyvi til vindmyllulundina, tó varð talið av vindmyllum minkað frá 127, sum Viking Energy søkti um, til 103.
Hetlendingar eiga sjálvir helvtina
Felagið Viking Energy hevur tveir høvuðseigarar, ið eiga hvør sína helvt. Annar er felagið SSE Viking Ltd, har Scottish and Southern Energy er høvuðsíleggjari og hin eigarin er Viking Energy Ltd, ið umboðar hetlendska samfelagið í verkætlanini. Eigararnir handan hetta seinna felagið eru Shetland Charitable Thrust við 90% og fólkini handan Burradale Wind Farm restina.
Burradale Wind Farm byrjaðu í 2000 við trimum 660 kW Vestasmyllum, og varð víðkað við tveimum 850 kW myllum eisini frá Vestas í 2003. Effektiviteturin hjá hesum vindmyllunum hevur í miðal verið um 52 % og í 2005 var effektiviteturin uppi á heili 58%, sum er tvífalt miðal effektivitetin hjá myllum á bretska fastlandinum. Tað eru hesar royndirnar, sum liggja til grund fyri stóru ætlanini hjá hetlendingum.
Verkætlanin er mett at kosta 685 mió £, og verður bygt á handilsligum grundarlagi. Orsakað av ognarviðurskiftunum vænta hetlendingar, at yvirskotið, sum kemur aftur til hetlendska samfelagið, verður um 38 mió. £ árliga. Í byggitíðini verða um 174 arbeiðspláss, og tá øll lundin er komin í drift, verða vantandi eini 42 arbeiðspláss, umframt gott 20 arbeiðspláss í atknýttum vinnum.
Kaðalin til meginlandi avgerandi
Streymnýtslan í Hetlandi svingar frá umleið 10 MW um summarið til gott 50 MW um veturin, so hetlendingar einsamallir hava ikki møguleikar at taka ímóti allari orkuni frá ætlaðu vindmyllulundini. Tískil er avgerandi, at teir fáa lagt ein kaðal til meginlandið, og er kaðalin eisini avgerandi fyri handilsliga grundarlagnum. Kaðalin er ætlaður til 600 MW, og verður í løtuni bíðað eftir at teir ymsu myndugleikarnir skulu geva neyðugu loyvini.
Ikki leið fyri føroyskan orkuútflutning
Tankar hava verið í Føroyum um at fáa ein kaðal úr Føroyum til Hetlands, og síðani knýta í henda kaðalin til meginlandi. Hetta tykist tó lítið sannlíkt. Umboðini frá Náttúruvísindadeildini hittu eisini Colin Dickie, verkætlanarleiðara hjá týsku stórfyritøkuni Enertrag. Hann greiddi frá, at um hesin kaðalin til skotska meginlandið verður veruleiki, so er Enertrag klárir at fíggja eina 100 MW vindmyllulund á oynni Yell.
Eisini svenska fyritøkan Vattenfall hevur stórar ætlanir í Hetlandi, men er tað innan alduorku við einari verkætlan við heitinum Aegir. Um hesar ætlanirnar verða veruleiki, so verður snøgt sagt ikki pláss fyri føroyskum útflutningi gjøgnum ætlaða kaðalin hjá hetlendingunum uppá 600 MW.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...