Stóra ráðstevnan PPTOX VI sett í nýggju Kongshøll
Seinasta sunnudagin læt ráðstevnan PPTOX VI upp í nýggju Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju.
Tað var Tórshavnar kommuna, sum var vertur sunnudagin. Sjálv ráðstevnan verður í hesum døgum hildin í Norðurlandahúsinum.
Ráðstevnuheitið PPTOX VI stendur fyri Prenatal Programming and Developmental Toxicity. Hetta vísir til ráðstevnuevnið um, hvussu tað ófødda barnið verður ávirkað av umhvørvinum í móðurlívi, og hvussu eiturevni ávirka búningina hjá mannabørnum.
Ráðstevnan varð fyrstu ferð hildin her í Føroyum í 2007, og tá komu granskarar ásamt um eina niðurstøðu, sum seinni er almannakunngjørd í vísindatíðariti undir heitinum: The Faroes Statement: Human Health Effects of Developmental Exposure to Chemicals in Our Environment. Í stuttum var hendan niðurstøðan, at betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, eisini tá um kemisk útlát í náttúruna ræður. Fyri hópin av manngjørdum evnum vita vit ikki langtíðaravleiðingarnar fyri heilsuna hjá menniskjum og djórum. Hendan stevnan hevur síðani verið hildin annað hvørt ár í ymsum londum: USA, Frankaríki og Japan.
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skipar fyri ráðstevnuni saman við Syddansk Universitet og Harvard School of Public Health. Philippe Grandjean, professari á SDU og Harvard, saman við Pál Weihe, professara í Fólkaheilsu, eru høvuðsfyriskiparar. Umleið 200 granskarar úr øllum heiminum koma til ráðstevnuna, serliga nógvir úr USA.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...