Stórur áhugi fyri aldursgransking – og virðisløn til føroyska aldursgransking
10.11.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Stórur áhugi fyri aldursgransking – og virðisløn til føroyska aldursgransking

Gerontologivirðislønin Kirsten Avlund er latin fyri aðru ferð. Hon varð latin Ásu Róin, sum er í starvi á Fróðskaparsetri Føroya, Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi og sum hevur granskað í, hvussu tað er at gerast gamal í Føroyum


240 fólk fingu innlit í nýggjastu granskingina, tá ið 2. nationala ráðstevnan um aldring og samfelag var hildin í Middelfart. Dansk Gerontologisk Selskab fyrireikaði ráðstevnuna, sum í ár legði dent á eitt serligt rák í menningini av vælferð, nevniliga hvussu nýggir viðleikarar verða bodnir við til at taka lut í at menna og veita vælferð til sjúk og veik eldri fólk. Hugskot og temu, sum vóru viðgjørd, eru: samskapan, ”co-production”, ”co-creation”, uppítøka av vanliga samfelagnum, privatum viðleikarum, brúkarum og avvarðandi.

Dansk Gerontologisk Selskab er eitt vísingaligt felag, sum var stovnað í 1947. Endamálið er at bera kunnleika um gerontologiska vitan við at granska, undirvísa og upplýsa um allar partar av gerontologi. Felagið er limur í International Association of Gerontology & Geriatrics (IAGG) og í Nordisk Gerontologisk Forening. Virksemið er fíggjað við limagjaldi og er grundað á sjálvboðið arbeiði.
Ráðstevnan lýsti væl allar tær mongu tvístøðurnar, sum menningin elvir til. Eitt er at ”samskapanin” gevur møguleikar fyri nýmenning og dygd, tá ið støðugt fleiri gerast virknir luttakarar eisini á hesum økinum innan samfelagsliga siðvenju. Hinvegin stendst ein røð av avbjóðingum, sum millum annað snúgva seg um, at karmarnir kámast fyri, hvar ábyrgdin er staðsett.
 
Ráðstevnan prógvaði samstundis, at tað er ein vaksandi virkishugur innan gransking á eldraøkinum – ikki minst frá nýggjum viðleikarum innan granskingarverðina.

Á ráðstevnuni var gerontologivirðislønin Kirsten Avlund latin fyri aðru ferð. Hon var latin Ásu Róin, sum er í starvi á Fróðskaparsetri Føroya, Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi og hevur granskað í, hvussu tað er at gerast gamal í Føroyum. Hon hevur samstundis verið drívmegin í menningini av gerontologiútbúgvingini á masterstigi í Føroyum.

Les meira um virðislønina á:
http://gerodan.dk/images/stories/PDFmappe/Materiale/kirsten%20avlund%20pris%20kriterier.pdf


Les meira um ráðstevnuna á:
http://gerodan.dk/nb/wp-content/uploads/2015/10/DGSProgr15v4.pdf