11.01.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Stórur áhugi fyri elituflokkum

Væl av fólki hevði leitað sær oman á Østrøm í gjárkvøldið, nú evnið til Seturskjakið var “Elituflokkar ella?”.


Hesuferð var tað Námsvísindadeildin sum fyriskipari. Helena Dam á Neystabø var orðstýrari.

At viðgera evnið vóru fyrst á skránni fýra stutt upplegg.

Janus Jensen, deildarleiðari á Námsvísindadeildini legði fyri, og kom serliga inn á royndir við elituflokkum uttanlanda.

Síðani hevði Eyðdis Eidesgaard, skúlastjóri í Eysturskúlanum sítt innlegg, har hon vísti á, hvat fólkaskúlalógin sigur á hesum øki og at tað er av týdningi, at allur fólkaskúlin frameftir verður styrktur.

Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum tosaði út frá teimum royndum, sum eru gjørdar frá hansara skúla, bæði við tónleikalinju, førleikadeildari frálæru og fótbóltslinjuni, sum varð byrjað hetta skúlaárið. 

Seinasta uppleggið hevði Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Hann vísti á søguligu gongdina við elituskúlum, sum ikki altíð hava havt so gott orð á sær. Tó sá hann eisini stórar møguleikar í hesum skipanum, eisini sum partur í menningini af framtíðar fólkaskúlanum.

Eftir hetta var lívligt kjak millum uppleggshaldarar og áhoyrarar, har nógvir spennandi vinklar komu fram. Í høvuðsheitum var semja um, at undirvísingin í fólkaskúlanum skal mennast og tillagast til ikki bert at verða løgd eftir miðal næminginum. Tað er av týdningi, at allir næmingar verða motiveraðir og fáa møguleikan at menna sínar sterku síður. Ein góður fólkaskúli krevur góðar lærarar og víst varð á tørvin fyri, at allir lærarar fáa neyðugu førleikamenningina. Breið semja varð um, at aðalmálið er at styrkja tann almenna fólkaskúlan.