22 mars front.JPG
Bárður Larsen, lektari í løgfrøði, hevði framløgu um lógir og stovnar, sum føroyskir lóggevarar lána frá øðrum, og sum ikki altíð virka eftir ætlan
30.03.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stórur áhugi fyri føroyskum láni av lógum og stovnum

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum skipar javnan fyri løttum almennum framløgum á middegi undir heitinum "fróðskaparflís"

Eitt av endamálinum við fróðskaparflísunum er at miðla granskingarúrslit, sum granskarar á deildini hava funnið fram til, til føroyska almenningin. Fyri at gera hetta tiltakið so ómakaleyst og atkomiligt, sum til ber, hevur Søgu- og samfelagsdeildin lagt tað á middegi í egnum hølum á veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25 mitt í Havn.

Royndirnar vísa, at góði gamli døgurðatímin hóskar seg væl til slíkar framløgur, og mikudagurin 22. mars var einki undantak. Fullsett var í fyrilestrasalinum, tá Bárður Larsen, lektari í løgfrøði, hevði framløgu um teir trupulleikar ið kunnu standast av tí, sum hann kallar "ómakaleyst lán av lógum og stovnum".

Í framløguni vísti Bárður á fleiri slíkar stovnar og lógir, sum føroyskir lóggevarar hava samtykt og sett í verk, og sum helst av tí sama ikki virka eftir ætlan.

Eftir framløguna var lívligt kjak, og skilligt er, at stórur áhugi er fyri hesum evninum.

Næsta fróðskaparflís verður 12. apríl, tá Hans Andrias Sølvará, professari í søgu, fer at hava framløgu um bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum í 1945. Framløga hansara byggir á bókina, sum hann nýliga gav út um bumbuspreingingina.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fróðskaparflís á Setrinum, og takið endiliga matpakkan við, um hugurin er til tað.