05.10.2012
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Stórur áhugi fyri fólkaheilsupolitikki

Í gjárkvøldið varð aftur skipað fyri Seturskjaki á Østrøm, hesuferð við evninum "Fólkaheilsupolitikkur: forboðspolitikkur ella tilboðspolitikkur?", har Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum skipaði fyri.


Meira enn 80 fólk høvdu leita sær higar og talan varð um eitt livandi og gevandi kjak við spennandi uppleggum frá væl fyrireikaðum panelborðsluttakarum.

Súsanna Mortensen, deildarleiðari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum bjóðaði vælkomin og gav síðani orðið til Kristianna Winther Poulsen, sum var orðstýrari. Í pannelinum sótu:

•    Karsten Hansen, landstýrismaður í heilsumálum
•    Elin Lindenskov, kommunupolitikkari og forkvinna fyri Heilsu- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar kommunu
•    Jógvan D. Hansen, heimsspekingur
•    Ruth Vang, ljósmóðir
•    Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Heilræði
•    Annemi Lund Joensen, sjúkrarøktarfrøðingur, stjórnmálafrøðingur og undirvísari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.

Niðurstøðan frá kjakinum varð, at fleiri sjónarmið komu fram sum vístu, at skipan og útinnan av fólkaheilsupolitikki inniber nógv ymisk umhugsni. Eitt nú kann eitt átak, sum kann uppfatast sum forboð av ein bólki, uppfatast sum tilboð av einum øðrum bólki. Ùt frá hesum og øðrum sjónarmiðum, kom eisini fram, at heilsupolitikkur krevur fleirfakligheit, um hann skal eyðnast.