Stórur áhugi fyri læknastríðnum
05.07.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stórur áhugi fyri læknastríðnum

Umleið 100 fólk vóru til fyrilestur um læknastríðið í Klaksvík í 1950’unum, sum Hans Andrias Sølvará, lektari, helt í Fabrikkini hjá Østrøm mikukvøldið 4. juli.


Í fyrilestrinum, sum kallaðist  "Uppreistur í Klaksvík", greiddi Hans Andrias Sølvará frá fyritreytunum til stríðið og lýsti hendingarøðina frá tí, at læknin Halvorsen kom til Føroya í 1948 og til stríðið var av í 1956. Málið var bæði drúgt og fløkt, og nógvar ymiskar samansettar orsakir vóru til, at stríðið gjørdist so hart. Hans Andrias Sølvará endaði við at meta um, hvussu ein læknasetan kundi hava við sær so stóran ruðuleika í danska ríkinum og hvørji kundu metast sum vinnarar ella taparar í stríðnum.

Umframt fyrilesturin, sum vardi ein tíma, var ein sýning við myndum av hendingum og fólki, blaðgreinum og brotum úr dómunum frá Føroya Rætti.

Fleiri nýttu høvi at koma við viðmerkingum til fyrilesturin. Onkur mintust hendingarnar og kundu greiða frá ymsum, tey sjálvi høvdu upplivað.

Hans Andrias Sølvará granskar læknastríðið í sambandi við arbeiðið at skriva triðju og seinastu bókina í røðini um Klaksvíkar Søgu. Hann eggjaði fólki til at lata seg frætta, um tey høvdu viðmerkingar ella tilfar um málið. Til ber at seta seg í samband við hann á telduposti hansas(at)setur.fo