Stórur áhugi fyri Læknastríðnum (1)
24.10.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Stórur áhugi fyri Læknastríðnum

Í gjárkvøldið helt Hans Andrias Sølvará lektari á Fróðskaparsetrinum á fjórða sinni síðani í juni fyrilestur um Læknastríðið.


Hesa ferð var tað í Klingruni í Norðurlandahúsinum, sum var fullsett við gott 230 fólkum. Tað var Norrøna felagið í Føroyum sum skipaði fyri.

Nú hava umleið 700 fólk hoyrt fyrilesturin, fyrst á Norðurbryggjuni í juni, í Østrøm í juli, í Ósaskúlanum í september og so í Norðurlandahúsinum í oktober. Fyrilesturin hevur eisini staðið á prenti í Norðlýsinum í trimum pørtum. Kringvarpið tók fyrilesturin upp í gjárkvøldið, ætlanin er at senda hann í Útvarpinum einaferð í vetur.

Stríðið sett djúp spor
Tað er eingin ivi um, at hetta evnið upptekur nógv fólk, serliga tey eldru, sum minnast hendingarnar í 1950árunum. Stríðið setti kílar millum fólk, ikki minst í Klaksvík, og í nógv ár hevur lítið verið tosað og enn minni verið skrivað um evnið.

Í fyrilestrinum, sum Hans Andrias Sølvará nú hevur hildið, greinar hann sjálvt evnið og vísir á orsøkir til, at stríðið gjørdist so umfatandi, hart og drúgt. Hann vísir á, at tað vóru nógvir faktorar, politiskir og persónligir, sum spældu saman, og endaðu við einum stríði, sum hevur merkt serliga Klaksvík og fólkið har, men sum eisini hevur havt týdning landspolitiskt og fyri samskiftið við Danmark í nógv ár.

Persónligu frásagnirnar týdningarmikil klípi

Eins og til hinar fyrilestrarnar gjørdu fleiri fólk viðmerkingar og søgdu frá egnum upplivingum aftaná fyrilesturin í gjárkvøldið. Eyðun Joensen fortaldi m.a. frá tíðini, tá hann var innlagdur á sjúkrahúsinum og úr sjúkraseingini sá inn á skrivstovuna hjá læknanum Halvorsen. Høgni Mohr fortaldi frá ymsum sum hann minnist frá hesi tíðini, tá hann sigldi við Tjaldrinum. M.a. komu teir á Klaksvík 21. apríl 1955, men máttu í skundi rýma undan østu mannamúgvuni. Bárður Jákupsson greiddi frá fundi í Norrøna felagnum, sum hann hevði luttikið í sum unglingi, har tað frættist, at danska stjórnin hevði sent skipið Parkeston til Føroya eftir umbøn frá Landsstýrinum. Hetta beyð fundarluttakarunum so ímóti, at samtykt varð at senda eitt mótmæli til Landsstýrið eftir fundin. Mótmælið hóvaði ikki øllum limum í felagnum, tí teir mettu ikki, at felagið átti at taka støðu í einum so politiskum máli. Endin var, at fleiri limir meldaðu seg úr felagnum.

Hans Andrias Sølvará legði dent á, at tað hann hevur skrivað um Læknastríðið er við støði í skjølum, bløðum og øðrum skrivligum keldum, umframt ymsum frásagnum frá fólki, sum minnast hendingarnar. Frásagnirnar, sum eru komnar aftaná fyrilestrarnar, eru týdningarmiklir bitar til putlispælið at fáa eina heildarmynd av málinum, bæði orsøkum, hendingum og avleiðingum.

Hans Andrias Sølvará endaði kvøldið við at takka fyri áhugaverdu upplýsingarnar og endurtaka, at hann áhaldandi fegin vil frætta frá fólki, sum minnast hendingarnar ella hava viðkomandi tilfar, ið hann kann sleppa at kanna. Hann granskar evnið sum part av arbeiðinum at skriva 3. bind av Klaksvíkar Søgu.

Til ber at seta seg í sambandi við Hans Andrias Sølvará við at ringja á telefon 292583 ella við at senda teldupost til hansas(at)setur.fo.