Stórur áhugi, lítið kjak
Fitt av fólki hevði leitað sær oman á Østrøm til seturskjakið um “Bókmentir og politikk”. Men kjakið var spakligt.
Føroyamálsdeildin skipaði fyri, og byrjað var við fýra framløgum.
Turið Sigurðardóttir greiddi frá muninum á bókmentaligum og politiskum teksti. Hon vísti eisini á, at tað er neyðugt, at bókmentir verða viðgjørdar í samfelagsligum høpi og ikki í einum avbyrgdum rúmi fyri seg sjálvar.
Hanus Kamban vísti m.a. á, at tá tað ræður um politiskan kritikk í bókmentunum, so er munur á tekstsløgum, og at science fiction og fantasy í mongum førum roynast drúgvari og meiri beinrakin enn onnur meiri tíðarbundin tekstsløg.
Bergur Djurhuus Hansen tók støði í brævaskifti millum Chr. Matras og William Heinesen um skaldskapin hjá Heðini Brú og serliga avgerðini hjá Heðini Brú miðskeiðis í 1930’unum at melda seg inn í Javnaðarflokkin. Hann vísti m.a. á tvístøðuna, sum politiskt hugaðir rithøvundar koma í, øðrumegin at tæna einari politiskari søk, hinumegin at seta spurningar og lata ivan ráða í bókmentaligum avrikum.
Jóanes Nielsen greiddi frá síni egnu støðu sum politiskur yrkjari og rithøvundur, og hvussu bæði samfelagið og leiklutirnir hjá rithøvundum og listafólkum eru broyttir frá 1970’unum til í dag. Hann vísti m.a. á, at serliga skaldsøgan er væl egnað til at súgva rák í tíðini í seg, og at rithøvundar hava eina uppgávu í at taka politiskar spurningar til viðgerðar. Hann greiddi eisini frá, hvussu hann hevur lagt seg eftir at brúka eitt serligt, kraftamikið gerandismál í sínum skaldskapi.
Eftir framløgurnar var lagt upp til kjak, men bert fáir spurningar vóru. Tað tóktist sum vóru tey flestu komin at lurta heldur enn at kjakast. Pallborðsluttakararnir fingu tí høvi at gera eitt sindur meiri burtur úr sínum sjónarmiðum, og tá komu einstakar viðmerkingar frá fundarfólkinum. M.a. hildu fólk, at tað kann vera torført at gera av, hvat er politiskt, og hvat ikki er politiskt í einum bókmentaligum verki, tí alt verður tulkað í ávísum samanhangi, og skiftandi umstøður kunnu gera, at tað, sum eina tíð ikki verður roknað sum politiskt, eina aðra tíð er politiskt.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...