Stórur dagur fyri vegleiðaraumhvørvið í Føroyum
Hósdagin 29. august byrjaðu 43 nýggj lesandi MA-lestur í vegleiðing á Námsvísindadeildini.
Í tí sambandi var móttøku- og innleiðslufundur á Østrøm fyri teimum lesandi, útbúgvingarleiðara, starvsfólki á Setrinum, ið varða av hesi útbúgving, og umboðum fyri Mentamálaráðið og vegleiðaraumhvørvið í Føroyum. Fyri vegleiðaraumhvørvið í Føroyum er ein gamal dreymur vorðin veruleiki.
Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum og dekanur fyri Megindeildina fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi, bjóðaði teimum lesandi vælkomin á Fróðskaparsetrið og á Námsvísindadeildina at lesa. Hon greiddi millum annað frá, hvussu útbúgvingin er komin í lag, hvussu hon er skipað, um stóra tørvin á útbúnum vegleiðarum, og hví útbúgving á hesum øki er ein neyðug íløga. Vegleiðing er eitt granskingarøki og eitt “fak við arbeiðslagi og ástøði, metodum og teorium”. Um útbúgvingina segði dekanurin, at “Umframt at vera nýggj útbúgving á Setrinum er vegleiðaraútbúgvingin eisini spildurnýggj skipan av útbúgving á Setrinum. Hon er partíðarnám skipað í modulum. Hon er sett saman av sjálvlestri, uppgávuloysn og undirvísing á netinum umframt vikuskiftisskeiðum. Talan er við øðrum orðum um blandaða læru, “blended learning”. Eisini málsliga er útbúgvingin samansett, tí undirvísingin fer fram á enskum, á øðrum norður¬lendskum máli og á føroyskum”.
At enda presenteraði Malan Marnersdóttir tey starvsfólkini, ið varða av vegleiðaraútbúgvingini. Útbúgvingarleiðari er Sif Einarsdóttir, Phd, dósentur á Háskóla Íslands og adjungeraður lektari á Setrinum.
Síðan helt Hanna Jensen, forkvinna í Vegleiðarafelagnum, røðu vegna vegleiðaraumhvørvið í Føroyum, ið fevnir um Skúlavegleiðarafelagið, ið umboðar vegleiðarar í fólkaskúlunum, og Vegleiðarafelagið, ið umboðar vegleiðarar á miðnámi, á Setrinum og á øðrum skúlum. Hon byrjaði við at siga, at “Tað er ein ómetaliga stórur dagur fyri vegleiðaraumhvørvið í Føroyum í dag”. Í mong ár hava hesi áhugafeløg peikað á tørv á útbúgving og førleikamenning til teirra, ið dagliga starvast við lestrar- og yrkisvegleiðing á ymsum útbúgvingarstigum, og eisini hava skiftandi nevndir í hesum feløgum heitt á útbúgvingarmyndugleikar um at raðfesta útbúgving, førleikamenning og professionalisering av hesum øki. Hon segði m.a., at “Krøvini til einstaklingin innan útbúgving og arbeiðslív eru stór og gerast fleiri. Og til at tryggja tí einstaka eina holla, rætta og góða vegleiðing, sum ber á mál í einum umskiftiligum heimi, krevst vælútbúgvið fólk. .... Eitt undirvísingarverk uttan vælútbúnar vegleiðarar siglir vandasjógv”. Hon takkaði øllum, ið hava virkað fyri, at hendan útbúgving varð sjósett.
Eftir hesar innleiðandi røður varð ljós varpað á sjálva útbúgvingina. Útbúgvingarleiðarin, Sif Einarsdóttir, greiddi frá samstarvi um vegleiðaraútbúgvingina, ið varð fingið í lag ímillum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið, stuðlað av MMR. Talan er ikki bert um samstarv ímillum Føroyar og Íslands, men eisini ímillum umboð úr øllum Norðanlondum umvegis eitt Nordplusnetverk, ið nevnist VALA. Limir í VALA eru universitet í Norðurlondum, ið útbúgva lestrar- og yrkisvegleiðarar. Sif Einarsdóttir samskipar hetta netverk, og til at undirvísa á nýggju vegleiðaraútbúgvingini hevur hon fingið VALA-limir, ið eru úr Finnlandi, Noregi, Danmark og Íslandi. Afturat teimum undirvísa serkøn á Fróðskaparsetrinum. Umframt norðurlendskan íblástur er útbúgvingin skipað sambært evropeiskum standardum og tilmælum. Her er talan um “The Erasmus NICE handbook and curricular framework”. NICE er ein stytting av “Network for Innovation in Career Guidance and Counselling in Europe”, ið byggir á samstarv um útbúgving av vegleiðarum ímillum 40 serfrøðingar á økinum úr 28 ymsum londum í Evropa.
Sif Einarsdóttir greiddi víðari frá læru- og undirvísingarhættum, gav lýsing av fyrsta modulinum, komandi uppgávunum, arbeiðsbyrðu og læruúrtøkum.
Síðan gav Erla Olsen, adjunktur á Námsvísindadeildini, teimum lesandi eina stutta kunning um Moodle, ið er kt-samskiftispallurin, ið vegleiðaralesandi framyvir koma at nýta.
Eftir framløgurnar bjóðaði deildin kaffi og ábit, tey lesandi vóru sett saman í lestrarbólkar, og prátað varð dúgliga víðari um hesa nýggju og stóru avbjóðing, ið liggur fyri framman hjá lesandi og tí toymi, ið varðar av hesi útbúgving.
Røðan hjá Maluni Marnersdóttir
Framsløgan hjá Sif Einarsdóttir
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...