Stórur gravgangur eftir útbúnum frá Setrinum
97 prosent av teimum, sum fingu prógv á Setrinum á vári og sumri í fjør, eru annaðhvørt í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir enn hægri lestur. Tað vísir nýggj kanning, har svarluttøkan var 89,4 prosent
Staðfest er, at eitt prógv frá Fróðskaparsetrinum er lykil til lestrarviðkomandi starv á arbeiðsmarknaðinum ella enn hægri lestrarpláss.
Í strategiætlanini hjá Fróðskaparsetrinum, Mál og Mið 2020-2024, er raðfest, at 70 prosent av teimum lesandi skulu vera farin í lestrarviðkomandi starv ella undir framhaldandi lestur í seinasta lagi eitt ár eftir prógvhandan frá Setrinum.
Og hetta málið verður rokkið væl og virðiliga, vísa tøl í nýggjari kanning, sum í løtuni verða viðgjørd.
Kanningin vísir, at heili 97 prosent av teimum, sum fingu prógv frá Setrinum á vári og sumri í fjør, annaðhvørt eru í lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir víðari lestur.
113 kvinnur og menn fingu prógv fyrsta hálvár í fjør, og 101 av teimum valdu at svara kanningini, sum svarar til 89,4 prosent. 80 av teimum eru í lestrarviðkomandi starvi, 2 í øðrum starvi, meðan 18 hava valt at lesa víðari – av teimum lesa 11 víðari á Setrinum sjálvum. Verða øll hesi virknu fólk tald saman, er talið 99 prosent.
Líknandi kanning árið fyri - also av teimum, sum fingu prógv á vári og sumri í 2019 - vísti, at 85 prosent høvdu lestrarviðkomandi starv ella lósu víðari. Talið er sostatt vaksið upp í 97 prosent nú.
Deildirnar hvør sær
Á Fróðskaparsetrinum eru fimm deildir, sum útbúgva fólk á ymsum akademiskum økjum, og tølini fyri tær avspegla eisini góða úrslitið.
87 prosent av teimum, sum í kanningini fingu bachelorprógv frá Søgu- og samfelagsdeildini á vári og sumri í fjør, eru í lestrarviðkomandi starvi, meðan tey írestandi 13 prosentini eru farin undir hægri lestur. Fyri hendan bólkin er talið sostatt 100 prosent.
Øll, sum fingu masterprógv frá Søgu- og samfelagsdeildini í tíðarskeiðinum, hava fingið lestrarviðkomandi starv. Fyri hendan bólkin er talið eisini 100 prosent.
Tey, sum fingu prógv frá Føroyamálsdeildini á vári og sumri í fjør, eru somuleiðis øll – 100 prosent – annaðhvørt í lestrarviðkomandi starvi ella farin undir hægri lestur. Býtið millum hesar báðar bólkarnar er javnt, 50/50.
Á Náttúruvísindadeildini er tað sama galdandi, at 100 prosent eru á rættari kós eftir lokið prógv. Har svaraðu 67 prosent, at tey eru í lestrarviðkomandi starvi, og 33 prosent eru farin undir hægri lestur.
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi eru øll 100 prosentini í lestrarviðkomandi starvi.
Á Námsvísindadeildini, har tey útbúgva námsfrøðingar og lærarar, eru 91 prosent av námsfrøðingunum frá fyrra hálvári 2020 í lestrarviðkomandi starvi, meðan 9 prosent lesa víðari. Tað er eisini 100 prosent. 96 prosent av lærarunum frá hesum tíðarskeiði eru somuleiðis í lestrarviðkomandi starvi, meðan fýra prosent hvørki eru virkin á arbeiðsmarknaði ella farin undir víðari lestur.
Fáa fleiri lesandi á mál
- Tølini frá umrøddu kanningunum vísa, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er svangur eftir útbúnum fólki frá okkum, og at vit mugu vaksa um talið á teimum fyri at nøkta tørvin. Hetta vísur eisini, at okkara útbúgvingar eru viðkomandi fyri arbeiðsgevararnar, og vit eru í góðum samskifti við teir fyri at tryggja, at hetta eisini heldur fram, sigur Chik Collins, rektari og nevnir sum dømi tætta samskiftið við KT-felagið um at styrkja KT-útbúgvingina fyri at skorða undir framtíðar vøkstur í KT-geiranum.
- Her ætla vit at taka nýggj lesandi inn á bachelorútbúgvingina á hvørjum ári og at menna eina nýggja masterútbúgving, har vit vónandi eisini fara at megna at hava upptøku á hvørjum ári. Skulu vit hava vøkstur, so mugu vit gera íløgur í fólk við vitan og førleika at skapa vøksturin. Uttan tær íløgurnar verður lítil ella eingin vøkstur, sigur hann.
At fara undir hægri akademiskan lestur kann vera krevjandi og fyri nøkur ov krevjandi. Summi gevast kanska, tí tey varnast, at hetta ikki er rætta leiðin hjá teimum, ella at tað er ov tungt fíggjarliga. Fráfall ella longd lestrartíð á hægri lærustovnum er ikki óvanligt, hvørki í Føroyum ella á universitetum uttanlands, og eitt sindur av tí er heldur ikki bara ringt.
- Men ein vegur at fáa fleiri lesandi á mál rættstundis er at styrkja um slíkt sum lestrarvegleiðing, at hava verkstovur í akademiskari skriving og annars at seta tann lesandi í miðdepilin í undirvísingini. Hetta hava allar deildirnar hjá okkum fingið sum raðfest mál, og setursfyrisitingin arbeiðir tætt saman við teimum um tað. Kortini mugu vit sjálvandi ongantíð slaka í dygdarkrøvunum av útbúgvingunum, sum jú er tað, sum ger okkara útbúnu lokkandi fyri arbeiðsgevarar, sigur rektarin.
Og tølini benda á, at fleiri lesandi eru komin á mál hetta seinasta hálvárið sammett við hálvárið í fjør, tá - sum nevnt – 113 fingu prógv. Eftir stóru prógvhandanina, sum var á Setrinum fríggjadagin í síðstu viku, hava 137 kvinnur og menn fingið prógv higartil í ár. Hetta eru 24 fleiri enn í fjør.
85 prosent mæla øðrum at taka somu útbúgving
Hóast tað altíð eru viðurskifti, sum skulu broytast ella bøtast, so fegnast rektarin eisini um úrslitini í aðrari kanning, sum er gjørd. Talan er um feska trivnaðarkanning millum lesandi, sum vísir betri úrslit enn áður.
Í nýggju strategiætlanini hjá Setrinum frá 2020-2024 er eisini raðfest, at 85 prosent av teimum lesandi skulu siga, at tey eru nøgd við lesturin í regluligum eftirmetingum, og Setrið kannar nøgdsemi og trivnað millum tey lesandi annaðhvørt ár.
Í seinastu trivnaðarkanningini frá í vár siga meira enn 82 prosent, at tey yvirhøvur eru væl nøgd við sína útbúgving, og næstan 85 prosent kunnu viðmæla øðrum at taka somu útbúgving sum tey. Harumframt siga meira enn 86 prosent, at tey trívast væl á síni útbúgving.
- Eg eri glaður um, at trivnaðurin er nógv batnaður sammett við 2019, og serliga, at meira enn 86 prosent av okkara lesandi siga, at tey trívast væl á síni útbúgving, sigur Chik Collins, rektari, sum ásannar, at mong tøk eru eftir, men heldur, at Setrið er á rættari kós.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...