2.0_Overtræk_NewNorthAtlantic_Vol.1 - Kopi (2).jpg
Verkið, sum er í tveimum bindum, kannar, hvussu nýggir karmar kunnu setast um samstarvið í Útnorðri
Malan Marnersdóttir
15.09.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Stórverk um nýggja Útnorður

Nýggj og umfatandi felags norðurlendsk hugvísindalig granskingarúrslit komu út í bók á Norðuratlantsbryggjuni sunnudagin

Tveir bókmentagranskarar á Setrinum, Bergur Rønne Moberg og Malan Marnersdóttir, hava verið við í stórari verkætlan, har úrslitini nú eru komin út í bókaverkinum "Denmark and the New North Atlantic – Narratives and Memories in a Former Empire", bind 1 og 2.

Á føroyskum kundi heitið verið "Danmark og nýggjur Útnorður – søga og minni í einum fyrrverandi imperium".

Verkætlanin byrjaði í 2012, og samstarvið hevur verið sera mennandi, tí tað hevur verið kollektivt á tann hátt, at fleiri hava verið við til at skriva partarnar í bókini við einum ritstjóra fyri hvønn partin.

Arbeiðið er farið fram á seminarum, skriviskeiðum og ráðstevnum, og kollektiv skriving hevur verið á Google Docs. Talan er um kollektiva grundgransking, og tað er orsøkin til, at tað hevur tikið átta ár.
Útgevari er Aarhus University Press, og tey, sum hava skrivað, eru: Kirsten Thisted, bókmentafrøðingur á Københavns Universitet – høvuðsritstjóri, Ann Sofie N. Gremaud, listasøgufrøðingur á Háskóla Íslands, Andreas Otte, tónleikafrøðingur og lærari, Anne Mette Jørgensen, sosialantopologur á Danmark Nationalmuseum, Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur á Fróðskaparsetrinum, Birgit Kleist Pedersen, bókmentafrøðingur á Ilisimatusarfik, Elisabeth Oxfeldt, bókmentafrøðingur á Oslo Universitet, Guðmundur Hálfdánarson, søgufrøðingur á Háskóla Íslands, Inge Høst Seiding, søgufrøðingur á grønlendska skjalasavninum, Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur á Fróðskaparsetirnum, Ólafur Rastrick, søgufrøðingur á Háskóla Íslands, Rosannguaq Rossen, bókmentafrøðingur á Ilisimatusarfik og Sumarliði R. Ísleifsson, sum er mentasøgufrøðingur á Háskóla Íslands.

Slóðin av fortíðini

Verkið kannar, hvussu nýggir karmar kunnu setast um samstarvið í Útnorðri.

Umframt landafrøðiligar líkleikar, hava londini – Grønland, Ísland, Føroyar og Strandanoreg – tað í felag, at tey hava hoyrt til danska imperiið. Talan var um asymmetriskt vald í ymsum stigum og við ymiskum andliti frá landi til land.

Í dag verða gomul hierarki endurskipað, og roynt verður at seta jøvn samstørv í verk.

Verkið vísir kortini, at fortíðin hevur sett djúp spor, hugmyndaliga og kensluliga – bæði í viðurskiftunum við Danmark og millum londini í Útnorðri.

Verkið um nýggja Útnorður er í tveimum bindum. Hetta er permumyndin av tí seinna


Avtøkan av danska imperinum førdi til menningina av danska tjóðarstatinum, men londini í Norðuratlantshavi vórðu ongantíð feld inn í ta donsku tjóðarsøguna.

Tey vórðu á ymsan hátt útihýst sum fremmand, sum tað danska var mett eftir. Úrslitið av hesum var, at nýggjar tjóðskaparliga rørslur og tjóðarbyggingarrætlanir vuksu fram í Norðuratlantshavi.

Tjóðskaparliga rørslur seta ávísar bólkar í miðdepilin og raðfesta ávís virði, men tiga og kúga onnur. Henda gongdin hevur eisini verið í Útnorðri. Innanhýsis í Útnorðri gera fortíðar hierarki seg galdandi í hugsanum um menniskju býtt sundur í fólkasløg og mentan.

Í dag er neyðugt at viðgera hesar tilgongdir javnbjóðis við meira opinber og minni tabuiserað valdsviðurskifti millum Danmark og fyrrverandi hjá- og atlond.

Íkastið hjá Bergi 

Bergur Rønne Moberg er høvuðsrithøvundur í kapitlinum, ”The Blue Atlantic. North Atlantic Imagined Geography”.
Blái liturin, sipað verður til, er sum útgangsstøði ein undirstriking av, at her er ikki talan um ímynd av ‘the Black Atlantic’, sum sipar til (lýsingar av) munandi meira harðrendum koloniseringum aðrastaðni í heiminum enn donsku koloniseringarnar í okkara parti av Norðuratlantshavi.
Paul Gilroy hevur lýst hetta "The Black Atlantic", sum ein av hansara bókum kallast, og sum er ein heilt annar heimur enn privilegeraða Norðuratlantshavið.
Blái liturin sipar annars í fyrsta umfari til ímyndir um londini og mentanirnar í Norðuratlantshavi sum landafrøðir, ið líða undir kapasitetstroti, tí tær hava verið so ‘uttalaga staddar’ og fámentar.
Her er talan um klassiskar ímyndir um norður, ið verður lýst sum einsamalt og grátt rakland, og sum tískil kallar fram eina ‘bláa’ kenslu, eina blues-kenda kenslu.
Hetta er ein ímynd, sum av fyrstan tíð er komin uttaneftir, og sum vit kenna frá m.a. evropeiskum ferðafrágreiðingum og topografium. Tá hesar mentanir mennast til modernaðar, (lista)skapandi tjóðir og byrja at hugsa nærri um egnan samleika, eru tær ávirkaðar av kontinentala eygnabránum uttaneftir. Men tær finna samstundis sína egnu rødd og blanda eygnabráið uttaneftir við eygnabráið innaneftir.
Í hesum høpi verður blái liturin serliga settur í samband við havið, sum bindur hesar landafrøðir saman, og sum ikki longur ímyndar fjarleika og kapasitetstrot, men reinleika, ríkidømi og attraktiva náttúru mitt í einari tíð við stórdálking og hættisligum veðurlagsbroytingum.
Havið og náttúran yvirhøvur miðla eina nýggja sjálvstilvitan. Tað kemur til sjóndar við, at hesar mentanir tilogna sær og kortleggja sítt egna eftir at hava verið lýstar og kortlagdar av øðrum. Norðuratlantisku mentanirnar venda ’upphavligu’ kontinentalu og kolonialu kortleggingunum og objektiveringunum av sær sum ’fjarar’ og meira og minni ’týdningarleysar’ landafrøðir á ranguna.
Vit tosa í kapitlinum tískil um ’The Importance of being Unimportant’ (Epeli Hau’ofa), sum endurspeglar eina dynamiska blanding av eygnabránum uttaneftir og innaneftir. Ein nýggj sjálvkensla veksur fram í hesum dupulteygnabránum, sum í stóran stíl brúkar landafrøðina skilt sum hav, ísur, fjøll, bøur, vøtn, forberg, eldgos, heitar keldur og ljósspæl til at skapa eina sjálvstilvitan og ein sjálvstøðugan samleika.
Sorgblídni um at vera ein ‘fjarur’ norðurheimur er í hesum høpi bara ein av fleiri landafrøðiligum ímyndum innan norðuratlantiska list og mentan, sum vit hyggja nærri at.
Regiónin er vorðin rík og og støðugt ríkari upp gjøgnum 20. øld, og hetta hevur ávirkað landafrøðiligu sjálvsmyndina. Landafrøðin verður ímyndað og brúkt á nýggjan hátt.
Kapittulin lýsir í hesum sambandi, hvussu listafólk sum ferðavinna brúka landafrøðina og náttúruna sum ‘place-branding’ og uppmerksemiskapital. Vit hava kannað, hvussu alt frá skaldsøgum og myndlistaverkum til bókamessur og ferðavinnureklamur promovera regiónina við at verða gjøgnumseyrað av landafrøðiligum ímyndum.
Kapittulin viðger dømi úr bókmentum, bókamessum, myndlist, ferðavinnulýsingum, fíggjarkreppum, fiskiskapi og havnum (Føringahavnin), umframt ymiskar hendingar. Greiningarnar eru stjórnaðar av nýggjum sum eldri hugtøkum.
Mentan og list í hesum londum og í hesari región eru ikki einans kannaðar sum koloniir, men eisini við ymsum øðrum tilgongdum til landafrøði: sum oyggjar, sum norðurheimur, sum ’ultraminor’ tvs. ikki-metropolar mentanir, sum útjaðari.
Samanumtikið er talan um sera fjølbroyttar og djúptøknar lýsingar av ímyndum um landafrøði í Norðuratlantshavi, sum røkka inn í og út um postkolonialar lýsingar.

Mítt íkast

Sjálv havi eg havt ritstjórábyrgdina av sjeynda parti í verkinum, sum kallast "Sovereignty, Constitutions and Natural Resources", har eg havi skrivað um føroyska grundlógararbeiðið. Krimi- og dagbókaskaldsøguna "Djevelen kan ikke lese" hjá Silviu Henriksdóttur havi eg lisið sum eitt hvast svar til føroyskan (tjóðskapar)politikk. Samstundis fer brotsgerðin fram undir sjálvum hátíðarhaldinum fyri loysingini og er tvinnað saman við viðurskifti í víðgongdari átrúnaðarligari sekt.

Harafturat havi eg skrivað um ta innanhýsis kolonisering, sum føroyski fiskiskapurin í Grønlandi var.

Land varð tikið við staðarnøvnum, men fólkið í landinum var navnleyst, tí endamálið var at koma fram at stóra fiskiríkidøminum, sum hevði so stóran týdning fyri búskapin hjá einstøku fiskimonnunum og fyri landið Føroyar.

Eg havi luttikið í partinum um narrativ um reinleika og trúskap, og í kapitlinum um tjóðskaparligar kynjatrupulleikar havi eg skrivað um tær nýggju søgurnar um kyn í Føroyum.

Í skaldsøguni "Barbara" havi eg serliga lagt dent á kapitaliseringina av kenslunum, sum eru í umfari, og á leiklutin hjá Barbaru sum "ta føroysku náttúruna", sum ikki kann verða flutt av landinum. Tilsamans havi eg tikið lut í fýra av teimum sjey pørtunum og verið ritstjóri á einum.

Grundin til granskingarverkætlanina
Vit vóru serliga forvitin eftir at kanna sambondini millum londini í Útnorðri og tað fjøltáttaða í hvørjum landi sær.

Tosað verður um eina felags søgu og felags fortreytir, men samstundis verður viðgingið, at í veruleikanum eru sambondini at byggja framtíðar samstarv og felagsskap á ofta ikki serliga djúp.

Hetta er serliga galdandi fyri grønlendararnar og samarnar og restina av Útnorðri. Vit vilja í bókini vísa, hvat krógvar seg aftan fyri andsøgnina um øðrumegin sterkar felagsskapir og hinumegin vantandi sambond.

Soleiðis gjørdu vit
Granskarabólkurin er tvørvísindaligur við søgufrøðingum, bókmentasøgufrøðingum, lista- og mentasøgufrøðingum úr Útnorðri og Danmark.

Verkið hevur støði í einum breiðum arbeiðslagi, ið røkkur frá keldugransking til feltarbeiði. Verkið sigur ikki ta fullfíggjaðu íslendsku søguna, grønlendsku bókmentasøguna ella føroysku listasøguna. Tær eru at lesa aðrastaðni.

Vit hava roynt at finna punkt, har sambondini millum londini verða sjónlig, og har tað er gjørligt at bera saman. Hugsanirnar í tekstinum eru mentar kollektivt og í eini felags skrivitilgongd – tekstirnir eru skrivaðir í felagsskapi og ikki hvør sær. Tað hava vit gjørt fyri at fáa til vega nýggj tvørfaklig og tvørtjóðskaparlig innlit.

Størri vitan er neyðug
Evnið er týdningarmikið, tí londini í Útnorðri eru í ferð við at gera seg út at verða nýggjur og valdsmikil depil í Arktis.

Hesi árini verða fleiri og fleiri mentanar-, vinnu-, granskingar-, útbúgvingar- og umhvørvissamstørv sett á stovn í økjunum. Í restini av heiminum er stórur áhugi fyri hesi tilgongdini, og nógv gransking er til um einstøku londini, men lítil og eingin um innanhýsis søguna hjá londunum og tær ymsu treytirnar, ið seta dám á londini og samband teirra við Danmark.

Nágreiniligt innlit í hesi viðurskifti er avgerandi fyri fatanina av gongdini nú – eisini av møguleikum og forðingum fyri framtíðar sambondum.

Meira fjøltáttað orðaskifti
Um allan heimin fer í løtuni ein uppgerð fram við rasismu og leivdir frá imperium og kolonialari fortíð. Eisini viðurskiftini millum Danmark og gomlu atlondini í Norðuratlantshavi eru drigin inn í hesa postkolonialu uppgerð.

Malan Marnersdóttir skrivar í tekstinum, at hon vónar, at hetta verkið kann hjálpa okkum á leiðini fram

Vit vóna, at nýggja vitanin í verkinum kann vera við til at fjøltátta orðskiftið. Vit hava serliga lagt okkum eftir at fáa eina djúpari fatan av sterku kenslunum, sum eru bundin í søguni, súmbolum og myndburðum hennara.

Verkið hevur støði í teirri sannføring, at bara um vit kenna søguna, eru vit før fyri at velja, hvørjar partar av henni, vit vilja hava við okkum í framtíðini, og hvørjar partar av henni, vit vilja lata liggja í fortíðini.