Stoyturin er ikki nøkur kreppa
- Vit fáa stóra búskaparminking av koronu, men longu næsta ár fer búskapurin helst at vaksa aftur. Tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, sum mælir frá átøkum fyri at minka um væntaða hallið á fíggjarlógini og størri stimbrandi almennum íløgum. Ráðið mælir hinvegin til at økja munandi um brúksgjøldini í fiskivinnuni og at halda fram við smittuavmarkandi tiltøkunum við landamørkini
- Búskapurin er raktur sum ongantíð áður. Vit fara frá einum buldrandi hákonjunkturi til koronubúskap, har búskapurin minkar nógv. Stór óvissa er um gongdina í útflutningsvinnunum, samstundis sum innanlandsnýtslan hevur hildið stand. Ferðavinnan er hart rakt av koronu. Men eftir øllum at døma fer búskapurin aftur at vaksa í 2021, og tá er umráðandi ikki at stimbra búskapin meira enn neyðugt. Útlitini fyri 2021 eru góð við lágum arbeiðsloysi, og sum heild eru húsarhaldini væl fyri.
Hetta sigur Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, sum fyrrapartin leggur sína heystfrágreiðing um búskaparstøðuna fram.
Nøkur av tilmælunum í frágreiðingini eru hesi:
*Búskaparráðið mælir til at halda eitt javnt íløgustig fyri landskassan. Tørvur er ikki á at stimbra búskapin meira við størri almennum íløgum
*Búskaparráðið metir ikki, at tað er rætt at gera átøk fyri at minka um væntaða hallið á fíggjarlógini í 2021
*Búskaparráðið mælir til framhaldandi stig fyri at avmarka smittu við landamørkini, og at arbeitt verður við at minka allar óvissur, sum hava týdning fyri búskaparligu gongdina
*Haldføristrupulleikar í búskapinum og tørvurin á at fáa ein meira produktivan búskap tala greitt fyri, at brúksgjøldini fyri tilfeingið verða munandi økt
Koronufarsóttin givið negativan stoyt
Búskaparráðið hevur endurmett vøksturin í BTÚ fyri 2020, tí fortreytirnar eru broyttar av koronu. Vøksturin í BTÚ í leypandi prísum er mettur at verða -6,9% í 2020 og 5,5% í 2021. Harafturat er 2019 endurmett vegna dagførd hagtøl.
2019 var eitt ár við óvanliga høgum búskaparvøkstri, sum m.a. stóðst av størri útflutningi av ali- og uppsjóvarfiski. Útflutningurin vaks við 19% í 2019 samanborið við 2018. Aðrir partar av búskapinum bóru somuleiðis brá av einum búskapi við nógvari ferð. Koronufarsóttin gav føroyska búskapinum ein stoyt, sum steðgaði hesi gongd.
Serliga er føroyska ferðavinnan hart rakt av tiltøkunum, ið vórðu sett í verk fyri at forða fyri smittu. Roknað verður við lægri fiskavøruútflutningi saman við prísfalli á bæði alilaksi, makreli og øllum botnfiskasløgum í 2020. Eftirspurningurin frá útlendskum matstovum eftir føroyskum laksi er minkaður, og uppsjóvar- og botnfiskur verður í stóran mun lagdur á goymslur av avmarkaðari marknaðaratgongd.
Í 2021 fer fiskavøruútflutningurin væntandi at vaksa aftur, og 2020 verður sostatt eitt fyribils fyribrigdi við stórari minking í BTÚ, men sum síðani verður avloyst av eini skjótari tillaging.
Skjóta tillagingin sæst longu aftur í batnaða løntakaratalinum, sum hevur eitt eyðkent V-mynstur við stórum falli í apríl 2020 og einum brøttum uppgangandi vøkstri fram til juli 2020. Privata nýtslan tykist heldur ikki at vera stórvegis merkt av, at samfelagið eitt skifti var afturlatið. Húsarhald, sum ikki hava ferðast uttanlands í summar, hava partvíst nýtt sparingina í Føroyum og partvíst sett inn á bók í peningastovnunum.
Undirskot á fíggjarlógini 2020 og 2021
Landskassaúrslitið í 2020 er mett at verða -583 mió. kr., og -570 mió. kr. í 2021.
Hesi bæði árini eru stórliga merkt av koronufarsóttini, tí útreiðslur vaksa og serstakliga tí, at inntøkur minka. 2020 er tó eisini merkt av, at landsstýrið førir ein leysari fíggjarpolitikk við hægri útreiðslum og lægri inntøkum (millum annað økt fólkapensjón og skattafrádráttur).
Konjunkturpolitikkur hevur sum endamál at minka um tey sveiggj, sum búskapurin av ymiskum orsøkum hevur. Treytin fyri gagnligari ávirkan av konjunkturpolitikki er, at eftirspurningurin hjá almenna tænastugeiranum er stabiliserandi. Tað merkir, at almennar útreiðslur til rakstur, veitingar og íløgur skulu hava eina javna gongd, meðan inntøkurnar sleppa at fylgja konjunkturgongdini í búskapinum.
Sostatt eigur almenn fyrisiting og tænasta at hava avlop í hákonjukturi og kunnu hava hall í lágkonjunkturi.
Tá talan er um fortreytir fyri at reka konjunkturpolitik, er tað fíggjarstøðan og kreditvirðið hjá landskassanum, sum hevur týdning, og ikki fíggjarstøðan hjá øðrum geirum. Tí um landsstýrið skal til aðrar geirar eftir pengum, verður fíggjarligt rásarúm tikin frá hesum geirum, og soleiðis mótarbeiðir eitt tílíkt átak tí konjunkturpolitikki, sum rættur er at føra. ALS er í eini serstøðu í so máta.
ALS hevur í koronufarsóttini tikið undir við lógarbroyting, sum heimilar ALS at rinda ískoytisløn til heimsendar løntakarar. Tað, at ALS átekur sær hesa uppgávu, vísir, at landsstýrið kann vænta samstarv við ALS seinni í líknandi støðu. Við hesum undantaki er sjónarmiðið omanfyri rætt, at landsstýrið og løgtingið noyðast at gera landskassan so væl fyri fíggjarliga, at førleiki er til at føra skilagóðan konjunkturpolitikk.
Í longdini er hinvegin umráðandi, at landskassin við konsolidering er førur fyri at lyfta avbjóðingarnar við fíggjarliga haldførinum.
Produktivitetsvøkstur sum tema
Temafrágreiðingin greiðir frá búskaparliga hugtakinum produktivitetsvøkstri, og hvussu hesin verður útroknaður, og hví hann er neyðugur.
Produktivitetsvøkstur merkir vøkstur í materiella livistøðinum. Produktivitetsvøkstur snýr seg ikki um at arbeiða “harðari”, men at arbeiða “smartari” við betraðum fyriskipanum, amboðum, tøkni og undirstøðukervi.
Tað eru serliga íløgur, sum skapa produktivitetsvøkstur, og í íløgunum er vanliga feld niður tann nýggjasta og effektivasta tøknin. Íløgur skulu í síðsta enda fíggjast við uppsparing, og haraftrat má arbeiðsmegin sum input útbúgvast til at handfara hækkaða tøknistigið. Nýtslan hjá arbeiðsmegini av nýggjari tøkni skapar altso produktivitetsvøkstur.
Stóri búskaparvøksturin síðani 2012 stendst av produktivitetsvøkstri, men hesin kundi verið størri, um rætt var atborið.
Avgerandi fortreyt fyri, at føroyski búskpurin megnar at møta komandi avbjóðingum, er produktivitetsvøkstur.
Lesið búskaparfrágreiðingina her (.pdf).
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...