Streaming av høvuðsfyrilestrum
06.06.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Streaming av høvuðsfyrilestrum

Nú ber til at sita í Føroyum og fylgja við í pørtum av ráðstevnuni ”Nordiske broer for livslang læring”, ið Norðurlendska Ráðharraráðið (NMR) og Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring (NVL) skipa fyri í Hørpu í Reykjavík 10. og 11. juni.


Tá tilmeldingarfreistin var farin, høvdu 220 luttakarar úr øllum Norðurlondum boðað frá luttøku. Áhugaði, ið ikki kunnu luttaka á ráðstevnuni, men ynskja at luttaka umvegis streaming, verða vinaliga biðin um at skráseta seg HER. Nærri kunning verður send øllum, ið skráseta seg. Seinni verða upptøkurnar tøkar á heimasíðu NVLs á www.nordvux.net
 
Endamálið við hesi ráðstevnu er at fremja innovatión í útbúgvingum og í arbeiðshøpi við serligum atliti at læring hjá vaksnum. Nýggir arbeiðshættir verða settir í miðdepilin, og serligur dentur verður lagdur á læruháttin í Biophilia-verkætlanini, ið kenda íslendska songkvinnan Bjørk stendur á odda fyri. Hesin læruháttur byggir á kreativitet sum granskingarmetodu.

Fyrilesarar og luttakarar koma úr øllum Norðurlondum. Setrið er umboðað við Gesti Hovgaard, lektara í samfelagsvísindum á Søgu-og samfelagsdeildini, sum í framløgu síni viðger hugtakið ”meistaralæra”, ið er eitt boð upp á skipan av hægri útbúgvingum í útjaðarum og smátjóðum.

Sí ráðstevnuskránna á: http://www.nordvux.net/program