26.04.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Streaming frá ráðstevnu um grønan vøkstur

Tá ráðstevna um grønan vøkstur í morgin 27. apríl byrjar í Norðurlandahúsinum, verður møguleiki fyri at fylgja við umvegis streaming.


Tað er RA Clip sum stendur fyri upptøku og streamar av fyrra ráðstevnudegnum, sum kann fylgjast á hesi leinkju.

Fróðskaparsetur Føroya, í samstarvi við universitet í Kanada, Grønlandi, Íslandi og Noregi, fyriskipar ráðstevnu/workshop við heitinum Green Growth Dialogue. Byrjað verður í morgin 27 apríl og hildið verður fram týsdagin 28. apríl.

Endamálið við ráðstevnuni er at bjóða til kjak og samrøðu, um hvussu samfelag, vinnulív og útbúgvingarstovnar í felag kunnu samstarva um burðadygga menning og grønan vøkstur. Samstundis verður nýggja masterútbúgvingin: West Nordic Studies - Governance and Sustainable Management kunngjørd.

Ráðstevnan er ætla øllum, sum hava áhuga í, hvussu vit kunnu fremja eina burðardygga umskipan av samfelagnum og fáa ein grønan vøkstur í lag.

Sí kunning og skrá her